Frá Ishkov til Putin: Okkara sál og hjørtu gráta við Ukraina

Í november 1977 vitjar ein eldri maður fleiri flakavirkir kring landið. Serliga Polarfrost í Vági hugtekur hann. Hetta er ikki fyrstu ferð, at sovjetiski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum. Eisini í 1964 hevur hann verið á oyggjunum.

TÍÐARGREIN - 24. februar 2023

 

Alexander Ishkov er ikki ørindaleysur. Eftir at fiskimarkið er flutt út á 200 fjórðingar, vil hann vinna stóra Sovjetsamveldinum møguleikan at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Afturfyri skulu føroysk skip sleppa at fiska tosk og rækjur í Barentshavinum.

 

Tað er einki minni enn ein stórpolitisk hending, tá ið Atli P. Dam, løgmaður, og Alexander Ishkov, sovjetiskur fiskimálaráðharri, undirskriva ein sáttmála í 1977, sum gerst bulurin undir okkara skipaða fiskiveiðusamstarvi við Sovjet og seinni Russland.

 

Eftir at partarnir hava undirskrivað sáttmálan í Tinganesi, verður Ishkov endurgivin fyri at siga, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og Russland ikki bara snýr seg um fisk, men eisini um ”sál og hjarta fólksins”.

 

Sálin og hjartað hjá føroyska fólkinum hevur grátið seinasta árið.

 

Í dag er eitt ár síðani harðrenda og púra óskiljandi álopið hjá Russlandi á Ukraina. Álopið hóttir okkara søguliga sterka samstarv og samvinnu við Russland. Í nógv ár hava vit samstarvað væl við russar, men tá ið eitt stórveldi púra fyrilitarleyst leggur á eitt frælst grannaland, ja, so gerst okkara samstarv tvørligt.

 

Ræðuleikarnir í Ukraina

 

Eg haldi ikki, at orð kunnu lýsa tað, sum hendir í Ukraina. Tað er harðrendur tramansskapur. Bæði vreiði og tregi bilgist inni í mær. Íbúðarblokkar, skúlar og sjúkrahús verða bumbað. Hvønn dag doyggja vaksin og børn. Og hvønn dag mugu grátandi børn og konur veittra pápum og monnum farvæl, sum av øllum alvi vilja verja sítt heimland. Átta milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi til annan bústað í krígsherjaða Ukraina. Umleið átta milliónir ukrainar hava kent seg noyddar at flýggja úr landinum til onnur lond.

 

Hetta er helst tann størsti mannaskapti sorgarleikurin í Evropa, síðani seinna veraldarbardaga.

 

Russiska innrásin er ikki bert eitt álop á Ukraina, men eitt harðhjartað álop á friðin í Evropa. Eitt álop á fólkaræðið. Og eitt álop á tey grundleggjandi virði, vit standa saman um.

 

Føroyar hava staðið øksl við øksl við restini av vesturheiminum. Vit taka undir við og kenna okkum aftur í teirri samfelagsskipan, sum okkara sameindu standa fyri: fólkaræði, virðing fyri altjóða lóg, friði og stabiliteti.

 

Vit fordøma atgerðirnar hjá Russlandi upp á tað harðasta. Eitt einmælt løgting hevur samtykt at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Skjótt verða revsitiltøkini á ikki-yvirtiknum málsøkjum eisini sett í verk. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar tikið ímóti flóttafólkum, og fleiri ukrainsk børn ganga nú í føroyskum fólkaskúlum kring landið.

 

Landsstýrið læt herfyri sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina. Hetta er størsta einstaka upphæddin, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp. Eisini hava privatir felagsskapir gjørt eina rúgvu fyri at lata hjálp til Ukraina.

 

Í heimliga kjakinum síggja vit ferð eftir ferð, at summi vilja gera okkara viðurskifti við Russland frameftir til ein spurning um, hvussu lítið ella nógv onnur lond gera. Í mínum hugaheimi er hetta als ikki kjarnin í málinum.  Fyri okkum í Føroyum eigur tað at snúgva seg um at gera tað rætta. Og vit eiga at taka okkara egnu støðu.

 

Nýtt handilspolitiskt tíðarskeið

 

Vit eru á einum vegamóti. Í nýggjársrøðu mínari gjørdi eg greitt, at vit mugu siga frá.

 

Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað.

 

Eg eri sannførdur um, at heimurin er í holt við at flyta seg inn í eitt nýtt handilspolitiskt tíðarskeið.

 

Kríggið í Ukraina vísir týðuliga at gamli lærusetningurin, um at samhandil økir um samljóð og samstarv millum lond, av álvara verður boðin av. Tíðirnar eru broyttar.

 

Tað er líkt til, at vit flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har lond og fyritøkur aftra seg við at gerast ov sárbær á ótryggum marknaðum, har handilssambondini við eitt kunnu verða kvett. Hetta fer møguliga at merkjast á útflutningsvirðinum hjá londum og á botnlinjuni hjá fyritøkum, men hesin prísur er verdur at rinda fyri tryggleika, stabilitet og mótstøðuføri.

 

Nýggja handilspolitiska tíðarskeiðið fer helst at krevja, at vit í felag leggja um. At okkara dugnaligu útflytarar troyta aðrar marknaðir.

 

Vit í landsstýrinum royna stútt og støðugt at lata fleiri dyr upp.

 

Eg vænti, at okkara samhandil við ES, USA, Japan og Suðurkorea fer at økjast munandi komandi árini. Tað gongur støðugt fram á at styrkja um okkara samstarv við ES. Vit eru bjartskygd um framstig í okkara viðurskiftum við ES. Eisini er samstarvið við USA í stórari menning. Alt hetta ger meg vónríkan, nú fleiri fyritøkur hava stórar avbjóðingar í Russlandi.

 

Tosa við einari rødd

 

Tað eru nógv ár síðani, at Alexander Ishkov vitjaði í Føroyum. Samstundis gjørdist vitjanin eitt startskot til eitt støðugt samstarv við Russland.

 

Harðhjartaða framferðin hjá stjórnini hjá Putin í Ukraina eigur at fáa okkum øll at steðga og viðgera okkara støðu. Longu nú er stórur partur av okkara samvinnu steðgaður.

 

Spurningurin er so, hvat vit gera við okkara fiskiveiðusamstarv við Russland.

 

Landsstýrið greinar í løtuni øll okkara viðurskifti við Russland í mun til heimspolitisku støðuna. Greiningin er grundarlagið undir einari ætlan fyri føroyskan uttanríkispolitikk, sum vit kunnu standa saman um og byggir á okkara virðir sum fólk. Føroyar mugu tosa við einari rødd í uttanríkispolitikki og taka okkara ábyrgd í heiminum.

 

Skjótt fyriliggur ein niðurstøða, har vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørja kós vit velja.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

(Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)