Frá Ólavi á Heygum til Internetið

Okkurt hevði Ólavur á Heygum bóndi í Vestmanna sagt í 1906, hevði hann vitað, hvussu nógv broyting skuldi fara fram innan telesamskifti tey 90 árini, til Internetið fór at gera um seg í nítiárunum

Teir, ið fyri sjeyti árum síðani løgdu lunnar undir Sosialin, høvdu uttan iva verið eins ovfarnir, sum Ólavur á Heygum, høvdu teir vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum.


Men tað er kortini veruleikin.


Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð, sum tá var nýtímans, men sum í dag fyri tann teldukøna verður mett sum steinaldarútgerð.


Og menningin heldur á. - Meðan teldan ikki longur er nakað at tosa um, men ein sjálvfylgja, so eitur nýggjasti samskiftishátturin: INTERNETIÐ.


Tað var í fjør, at Telefonverk Føroya Løgtings fór at bjóða út tænastur á Internetinum. Sosialurin valdi at vera við frá fyrsta degi, og hevur hettta ment seg til, at blaðið í dag kann bjóða lesarum kring knøttin allan eina fullfíggjaða blaðútgávu á Internetinum. Meðan lesarin heima í Føroyum í dag situr við hesum blað framman fyri sær, so kann onkur føroyingur í Kina, í Singapore ella í Argentina fyri fleiri tímum síðani hava lisið blaðið, tí í somu løtu, blaðið er lagt út á Internetið, er tað tøkt um heimin allan.


Eitt stórt framstig, og ein stór avbjóðing fyri okkum, sum starvast í fjølmiðlunum - serliga okkum, sum starvast í skrivandi fjølmiðlum. Við góðari tilrættislegging skal ikki so nógv eykaarbeiði til, fyri at fáa alt tilfarið úr blaðnum út á Internetið.


Í nakrar vikur hava vit roynt skipanina, og halda vit okkum vera komin so væl ávegis, at vit nú bjóða lesarum okkara tænastuna - ókeypis í eini royndartíð.


Gjøgnum Internetið koma vit sum blað longur út, og vit fáa tættari samband við lesarar, sum tann vegin eisini kunnu samskifta við okkum.


Ein nýggj avbjóðing - ið bæði skal gagna okkum sum blað, men ikki minst lesaranum og endamálinum við blaðútgávu í heila tikið: Upplýsingini...