Frá óveruleika til føroyska stórvinnu

Nú kemur rúgvismikil bók um føroyska oljuvinnu í 25 ár

Fyri 25 árum síðani mundi ein føroysk oljuvinna tykjast rættiliga veruleikafjarð fyri tey flestu.

Men í dag er hon at størstu vinnum í Føroyum, hóast vit enn ikki hava funnið okkara egnu olju.

Og nú hava teir báðir, Jan Müller og Tróndur Djurhuus, skrivað rúgvismikla bók um hetta nýggja kapittulið í føroyskari vinnusøgu.

 

Høvundarnir greiða frá, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri føroyskan hugburð, altjóðagerð, vinnumenning og samfelagsgongd annars, at føroyska undirgrundini varð yvirtikin í 1992

Bókin greiðir eisini frá teimum níggju boringunum, sum higartil eru gjørdar undir Føroyum, og viðger harafturat spurningin um, hvat skal til fyri at fáa oljufeløgini at bora fleiri brunnar.

 

Bókin er 550 síður í vavi og fevnir eisini um eina rúgvu av myndum og tekningum, sum lýsa føroysku vinnu-og samfelagsmenningina hesi seinastu 20-25 árini.

 

Hon verður løgd fram alment í bæði høvuðsstaðnum og í olju-høvuðsstaðnum og framløgurnar verða í Perluni í Tórsgøtu í Havn týsdagin 2. desember klokkan 17og á Bókasavninum við Løkin í Runavík hósdagin 4. desember klokkan 17.

Í sambandi við framløgurnar fara høvundarnir báðir at greiða frá arbeiðinum við bókini og teir verða eisini at hitta í Riti og Ráki í SMSmikudagin 3. desember frá klokkan 17 til 18.