Hvussu eru fólk, ið bera brek, tryggja somu rættindi sum onnur í samband við politisk val? Í mars 2026 eru tvey val á skránni. Løgtingsval verður 26. mars og Fólkatingsval 24.mars, og er hesin spurningur sera aktuellur. MEGD heitir tískil á øll, ið vegna brek síggja ella uppliva forðingar í atkomu ella luttøkumøguleikum, um at fylla út fráboðanarfrymilin á heimasíðuni hjá MEGD.
Brekumboðið minnir á, at viðurskiftini eiga at verða skipaðið soleiðis, at eisini fólk, ið bera brek, hava møguleika at taka lut í fólkaræðinum í samband við val.
Fyri at fólk, ið bera brek skulu kunna luttaka á líka fót við onnur, er neyðugt, at gjørdar verða tillagingar soleiðis, at hetta er møguligt.
Áhugavert verður at síggja, hvussu nógvir av flokkunum fara at hava fólk, ið bera brek á teirra valevnislistum, og hvørjar tillagingar mann ger fyri, at hetta skal kunna lata seg gera.
Vit ynskja í samband við komandi valsendingar at vísa á, at tað er ein mannarættur hjá øllum føroyingum, at Kringvarp Føroya sendir atkomuligar sendingar bæði fyri fólk, ið eru deyv og fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn.
Hetta merkir, at valsendingar skulu skrivi- og teknmálstulkast, annars er ikki talan um atkomuligar sendingar. Tá politiskir veljarafundir og forfólkafundir koma at vera sendir í Kringvarpið Føroya, tryggjar mann so, at tann Public Service tænastan, ið áliggur okkara almenna kringvarpið verður fyri øll? Vit eru øll við at rinda kringvarpsgjald.
Um fólk skulu hava møguleika fyri at velja umboð á ting, er eisini rættiliga grundleggjandi, at veljarin veit, hvat tey ymisku valevnini standa fyri.
Hvat ítøkiligt gera flokkarnir fyri, at tað skal vera møguligt hjá fólki, ið bera brek at stilla upp til val og at tey kunnu føra valstríð á líka fót við onnur?
Hvussu er atkoman til tey ymisku valstøðini kring landið?
Hava atkvøðuseðlar mynd av valevnum soleiðis at fólk, ið hava eitthvørt menningartarn kunnu velja tann, ið viðkomandi ynskir?
Fyri MEGD hevur tað stóran týdning, at øll eru við og at eingin kennir seg útihýstan á samband við komandi val.
Atkomuligt val er bara galdandi, um øll sleppa at vera ein partur av tí, og rokna vit við, at bæði valsendingar, møguleiki at stilla upp og atkoma til sjálvt valið verður fyri allar borgarar í landinum.
MEGD heitir tískil á øll, ið vegna brek síggja ella uppliva forðingar í atkomu ella luttøkumøguleikum, um at fylla út fráboðanarfrymilin á heimasíðuni hjá MEGD: www.megd.fo/atkoma-og-luttoka. Við tínari hjálp kann MEGD fylgja við og síðani royna at samskifta við viðkomandi myndugleika um møguligar loysnir.
Tórshavn hin 6. mars 2026
Ása Olsen, forkvinna
Kunning um grein 29 í ST brekrættindasáttmálanum um rættin at vera við í politiskum og almennum lívi:
limalondini skulu tryggja fólki, ið bera brek, politisk rættindi og møguleika til at brúka hesi rættindi á jøvnum føti við onnur, og at tað tískil m.a. er neyðugt at tryggja at val-mannagongdir, hentleikar og tilfar eru hóskandi, atkomulig og løtt at skilja og nýta;
og at verja rættin hjá fólki, ið bera brek, til loyniliga atkvøðugreiðslu á vali og á almennum fólkaatkvøðum, uttan at tey skulu kenna seg hótt, og rættin til at stilla upp, væl og virðiliga taka við politiskum sessi og røkja allar almennar uppgávur á øllum stjórnarstigum, tá skal síggjast til, at har, ið tørvur er á tí, verður lætt um, tá ið hjálpartøkni og nýggj tøkni skal nýtast;
og at tryggja, at fólk, ið bera brek, sum veljarar, frítt kunnu gera vart við sín vilja, og tá ið tað er neyðugt, um tey biðja um tað, loyva einum persóni, sum tey sjálv hava valt, at hjálpa teimum at velja;










