Í seinastu viku var borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, á ástaðarfundi við Kolbeinagjógv.
- Ástaðarfundurin snúði seg fyrst og fremst um ætlanina at flyta minnissteinarnar við Kolbeinagjógv, men eisini varð tosa um onnur viðurskifti, eitt nú um at fáa ein lítlan miðstað mitt í bygdini - á sama øki, har minnissteinarnir skulu standa.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag.
Minnisteinarnir við Kolbeinagjógv hava staðið á matriklinum hjá Marjuni og Hans Eli Jacobsen.
- Fyri nøkrum mánaðum síðan vórðu steinarnir tiknir til viðlíkahald hjá staðbundna steinhøggara okkara, Jeffri Berg, sum eigur og rekur virkið, Bergsteinar.
Vist verður á, at viðlíkahaldsarbeiðið nú er liðugt, og eftir ætlan verða steinarnir settir á nýggja staðið seinni i ár.
##med2##
- Fleiri borgarar vóru møttir til ástaðarfundin við borgarstjóran, og eftir eina løtu úti í kuldanum, vórðu øll boðin til ein drekkamunn í kjallaranum hjá Jóhannusi.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir frá løtuni við Kolbeinagjógv.
##med3##
##med4##














