Í kapprenningini um sætta plássið í SMS-deildini, ið gevur rættin at spæla FM-fjórðingsfinalu hevur EB nú fyrimunin móti VB.
Tá liðini hittust í høllini á Eiði í kvøld høvdu bæði liðini seks stig hvør.
Tá Angela Sigga Birgisdóttir hjá VB javnaði til støðuna 21-21 við bert sjey sekundum eftir á klokkuni, mundi vágskvinnur halda tær høvdu knógvað javnleikin. Men Nadja Pejovic (myndin) vildi tað øðrvísi, og tryggjaði EB sigurin í allarseinasta sekundinum av dystinum, so EB nú hevur fyrimunin í kapprenningini um sætta plássið. Í steðginum var støðan javnleikur 7-7.
Nadja Pejovic var umframt at vera sigursmálskjútti, eisini toppskjútti hjá EB við níggju málum. Carmen Luiza Silva var við seks málum toppskjútti hjá VB.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og VB, umframt støðuna í SMS-deildini:
##med2##
##med3##













