Teksturin lýsir heimin við hóttanum og køldum kríggi fram til tey meiri vónríku 80'ini, har friðarrørslan, við boðskapinum um avvápnað, fekk múrarnar at rapa.
Men trúgvin á eina friðarliga og rættvísa verð slapp ikki at liva leingi. Støðan er aftur broytt. Nú er vígvøllurin eisini her í Europa og um okkara leiðir. Og fólk óttast framtíðina.
»Hermenn farið heim til familjurnar í kvøld«, syngur gamli frændin, sum enn eina ferð hevur løtt sína byrsu við tónleiki og orðum.
Sangurin er upptikin januar 2026 í Studio Mike. Jákup Sofusson spælir guitar og Mikkjal Hvannastein øll onnur ljóðføri. Kórrøddirnar eiga Durita Terjadóttir Svarthamar og Heri Schwarts Jacobsen. Ljóðblandað hava Mikkjal Hvannastein og Steintór Rasmussen.
##med2##
Spotify: https://open.spotify.com/track/5ptNXzQl9IuXeSz37J8zu4?si=9c195d0d3c35499f











