Royndur før­oy­ing­ur inn­an burð­ar­dygga orku og íløg­ur á TONIK

Tonik kunnger nú, at Rúni Bro Róin, íleggjari og fyritøkustovnari, verður ein av røðarunum á Tonik 2026.

Rúni Bro Róin hevur drúgvar royndir í burðardyggari orku og Corporate Finance, har hann byrjaði hjá TDC í 1998 og fór so síðani til DONG Energy (nú Ørsted), har hann var Vice President fyri Corporate Finance og strategi. Hann var ein av fimm stovnarnum av danska íløgufelagnum Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), tá tað bleiv stovnað í 2012. Í dag er CIP størsta felag av sínum slag í heiminum.

Rúni hevur seinnu árini verið við at stovnsett nýggj feløg innan burðardyga orku og fastogn. Hann er eisini aktivur íleggjari í íverksetarafyritøkur.

Á Tonik fer Rúni Bro Róin at halda fyrilesturin “Success??”.

Fyrilesturin, har Rúni deilir royndir og ráð, er serliga ætlaður íverksetarafyritøkum.

Tonik er ein altjóða ráðstevna, har tøkni, nýskapan og skapandi vinnur møtast, og fyrilesturin hjá Rúna Bro Róin gevur eitt áhugavert íkast til skránna – har hann kemur við drúgvum royndum sum íleggjari og fyritøkustovnari.

Tonik 2026 verður í Tórshavn 8. mai. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.