Frakland endurvann HM-heitið

Danska liðið stríddist manniliga í HM finaluni, og longd leiktíð skuldi til, áðrenn fraklendingar høvdu tryggjað sær gullið

Danmark og Frakland spældu eina minniliga HM-finalu, sum var ein framúrskarandi reklama fyri altjóða hondbóltin. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 31-31. Frakland var væl betri í fyrra hálvleiki. Frakland kom á odda 2-0 beinavegin, og Frakland hevði leiðsluna so at siga allan dystin. Ikki fyrr enn í næstseinasta sekundi javnaði Bo Spellerberg til 31-31. Danmark var ongantíð á odda í tí vanligu leiktíðini. Frakland var á odda 15-12 í steðginum, og tað tyktist sum teir høvdu tamarhald á støðuni, men seinasta korterið av vanligu leiktíðini gjørdi Danmark veruliga ein vørr. Í longdu leiktíðini var Frakland á odda 34-33 aftaná teir fyrru fimm minuttirnar. Stutt frammanundan hevði Danmark verið á odda – fyri fyrstu ferð í dystinum – 33-32. Frakland legði seg framum 36-34. Danmark satsaði og fekk minkað til 36-35. Danir fingu ikki bóltin av fraklendingum í tí seinasta álopinum í dystinum. Ìstaðin var tað Michael Guigou, sum setti bóltin í netið til 37-35, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Landin, Karabatic og Hansen

Niklas Landin í danska málinum átti veruliga sín lut í, at danska liðið kundi fylgja fraklendingum allan vegin. Danski málverjin hevði 22 bjargingar, m.a. tvey brotskøst. Thierry Omeyer tók ikki líka nógv, sum Niklas Landin, men Thierry Omeyer hevði nakrar sera avgerandi bjargingar, ikki minst í tí longdu leiktíðini, tá Frakland vann sær eina tveymáls leiðslu. Nikola Karabatic hjá Fraklandi og tann bert 22 ára gamli Mikkel Hansen hjá Danmark vóru báðir sera eyðsýndir. Teir skoraðu 10 mál í part. Nikola Karabatic var eitt satt arbeiðsgrev, og hann setti eina tjúkka posisjón undir sín ovurhonds stóra leiklut fyri tað franska liðið.
Ikki síðani 1974

Frakland er fyrsta landið síðani Rumenia í 1974, sum endurvinnur heimsmeistaraskapið í manshondbólti. Og hevur landið víst eina ræðandi styrki síðani 2008. Frakland hevur nú vunnið fýra meistaraheiti á rað. Olympiska meistaraskapið í 2008, heimsmeistaraskapið í 2009, europameistaraskapið í 2010 og nú aftur heimsmeistaraskapið í 2011. Bulurin á hesum sterka franska liðnum verður inntaktur fram til olympisku leikirnar í London á sumri í 2012. Frakland verður tí liðið, sum vinnast skal á tey komandi endaspølini. Danska liðið hevur tó nógvar ungar spælarar, sum geva vónir um, at eitt gullheiðursmerki kanska ikki er so ræðuliga langt burtur.
Spania vann bronsu
Spania vann 24-23 á Svøríki í bronsufinaluni. Tað vóru tvey rættiliga troytt lið spældu sín níggjunda dyst uppá 16 dagar, og tað sást væl á báðum liðunum, tá HM-bronsan skuldi finna sín eigara. Tað leikaði stórt sæð javnt á allan dystin, og lítil málmunur var gjøgnum allar 60 minuttirnar. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 11-11. Spania hevði tvær trýmálsleiðslur í seinna hálvleiki, har liðið var á odda 16-13 og 19-16. Svenski málverjin, Johan Sjöstrand helt Svøríki inni í dystinum, og Svøríki kom uppá javnleik 22-22, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Spania kom á odda 24-22, og tá kláraði Svøríki bara at svara aftur einaferð. Spania átti seinasta álopið í dystinum, og teir mistu ikki bóltin hesa løtuna, og tryggjaðu sær bronsuna.
Ìsland nummar seks
Ìsland gjørdist nummar seks í HM-endaspælinum. Ísland tapti 33-34 ímóti Kroatia í dystinum um fimta plássið. Ungarn vann tann sera týðandi dystin ímóti Póllandi um sjeynda plássið, sum gevur beinleiðis atgongd til OL-endaspælið í London á sumri í 2012. Noreg vann 32-31 á Serbia í dystinum um níggjunda plássið. Fýra norðurlond, Danmark, Svøríki, Ìsland og Noreg eru sostatt millum heimsins níggju bestu hondbóltstjóðir. Frægasta liðið uttanfyri Europa er Argentina, sum gjørdist nummar 12. Europa eigur sostatt 11 tey fremstu HM-liðini. Hetta boðar frá góðum, tá EM-endaspælið verður í Serbia í døgunum 17. Til 29. januar í 2012.