Tveir av støstu risunum á manshondbólti – Frakland og Kroatia – brustu í kvøld saman í bólki 2 í miðumfarinum í EM kappingini í manshondbólti. Dysturin varð spældur í Aarhus, og har var drama og spenningur, gott spæl og harvið stórt undirhald fyri allar pengarnar.
Kroatia legði betri fyri, men í 2. hálvleiki fótaðu fraklendingar sær. Serliga var tað Nikola Karabatic, sum var eyðsýndur, bæði í verjuspælinum og í álopinum. Tað var hann, sum skoraði síðsta málið, og harvið tryggjaði Fraklandi 27-25 sigur.
Úrslitið ber við sær, at Frakland nú er á odda í bólki 2 við 6 stigum, Kroatia, Pólland og Svøríki hava 4 stig. Russland og Hvítarussland hava einki stig, og harvið tykist greitt, at hesi bæði síðst nevndu ongan møguleika hava at røkka hálvfinalunum, sum verða spældar fríggjadagin.