Frakland kann senda herfólk til Ukraina

- Um Russland brýtir ígjøgnum verjuskansarnar, eiga vit at seta okkum spurningin, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.

Franski forsetin,  Emmanuel Macron, endurtekur nú, at tað ikki er óhugsandi, at Frakland kann senda herfólk til Ukraina.

 

Tað var seinast í marsmánaði, at hann nevndi henda møguleika, og í blaðnum, The Economist, endurtekur fosetin tað, hann segði í mars.

 

- Um Russland brýtir ígjøgnum verjuskansarnar, eiga vit at seta okkum spurningin, sigur franski forsetin við blaðið.

 

Emmanuel Macron heldur fyri, at um hesin møguleiki verður útilokaður, hevur vesturheimurin lært ov lítið av seinastu tveimum árunum síðan russisku innrásina.

 

Bæði USA og verjusamgongan, Nato, hava áður sagt, at tað er ikki upp á tal at senda herfólk til Ukraina at stríðast móti russiska hersetingarvaldinum.