Kom-Út-Vika á Strondum

Í fleiri ár hevur verið skipað fyri Útiviku í Sjóvar kommunu við tiltøkum undir opnum himli.

Í ár er útivikan broytt til  eina Kom-út-vikan. Tað merkir at tiltøk eisini vera innanveggja. Kom-út-vikan eggjar sostatt fólki til at koma úr egnum húsi.

 

Øll tiltøkini á Kom-Út-Vikuni eru ókeypis, og venda sær til allar aldursbólkar. 

 

Mánadagur 20. mai

 

Kl. 15:00 - Krabbaveiða á Kumlum

 

Hvar? Kumlar - á eystursíðuni úti í Raktanga

 

Havið glúp og spann við

 

Týsdagur 21. mai

 

Kl. 09:30-10:00 - Kom og ver saman við skúlabørnum í einum fríkorteri

 

Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 15:00-20:00 - Atelierið hjá Finleif Mortensen er opið

 

Hvar? Undir Torvbrekku 12B, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 17:00 - Søguløta á Stranda bókasavni

 

Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 18:00 - Konsert í Stranda Musikkskúla

 

Hvar? Borgin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

Mikudagur 22. mai

 

Kl. 10:45-12:00 - Venjing fyri pensionistar (67+)

 

Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum

 

Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.

 

Øll eru vælkomin - eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.

 

Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

 

 

 

Kl. 16:00-21:00 - Ókeypis almenn svimjing (um verkfallið er avblást)

 

Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

  • Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
  • Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
  • Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin

 

 

 

Kl. 18:00 - Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskapping

 

Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum

 

Býtt verður í aldursbólkar, og vinnarar fáa steyp.

 

 

 

Kl. 20:00 - Fótbóltur fyri menn

 

Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum

 

Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.

 

Aldursmark: 18 ár og eldri

 

Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz

 

Hósdagur 23. mai

 

Kl. 10:30-11:30 - Kom og syng saman við byrjunardeildini í Stranda skúla

 

Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 11:30-13:30 - Bindicafé við miðdeildini í Stranda skúla

 

Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 18:00 - Grilling við Lítlafløtt

 

Hvar? Við barnagarðin Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur

 

Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla.

 

Hoppiborgir til børnini verða blástar upp á vøllinum

 

 

 

Kl. 20:00 - Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum

 

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

 

Kim Simonsen er í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”

 

Á tiltakinum kemur Ivan Niclasen at hava samrøðu við Kim um lív hansara, bæði sum listamann og sum bygdamannin Kim, sum sleit sínar barnaskógvar á Strondum.

 

Heðin Ziska Davidsen kemur eisini at spæla undir til yrkingaupplestur frá Kim úr áðurnevnda yrkingasavni.

 

Aftaná eru øll boðin til drekkamunn

 

Fríggjadagur 24. mai

 

Kl 10:30-11:30 - Søguløta í bókasavninum

 

Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

 

 

Kl. 17:00-24:00 - Summarkvøld í Stranda Missiónshúsi

 

Hvar? Missiónshúsið á Strondum, Strandatún 5, 490 Strendur

 

Stórt barnatiltak, áhugaverdar frásagnir, góður felagssangur og nógvar sangframførslur. Eitt hugnaligt kvøld fyri øll – børn, ung og eldri.

 

Leygardagur 25. mai

 

Kl. 09:00-12:00 - Ókeypis almenn svimjing (um verkfallið er avblást)

 

Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

 

  • Kl. 09-10: Almenn svimjing fyri vaksin
  • Kl. 10-12: Almenn svimjing fyri øll

 

 

 

Kl. 10:00 - Dyppa og svim við Sjógv

 

Hvar? Við bátahylin við Sjógv

 

ØLL ERU VÆLKOMIN – bæði roynd og óroynd.

 

Børnini eru sjálvandi vælkomin við; tey kunnu vera í vátdrakt. Best er, um onkur vaksin er við børnunum.

 

Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Har er ein fínur dyppi-stigi, so lætt er at fara útí og koma upp aftur.

 

Vit skifta í stóra almenna skiftirúminum (undir opnum himli).

 

Aftaná dyppingina bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt. Børnini fáa saft. (Havið egnan kopp við).

 

Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:

 

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Hanskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga tað
  • Okkurt at standa á, t.d. eitt lítið handklæði
  • Stóra fløsku við flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska eina heita troyggju at fara í aftaná

 

Tað er bara at leypa úti tað - hetta verður heilt víst stuttligt.

 

 

 

Kl. 12:00-14:00 - Planta eitt træ

 

Hvar? Við fornminnasavnið í Heygsstøð 4, 490 Strendur

 

Sjóvar kommuna deilir út plantupakkar við fornminnasavnið í Heygsstøð. Hvørt húski í Sjóvar kommununi fær eina plantu.

 

 

 

Kl. 15:00 - Barnaleikur um Bukkarnar Brúsa

 

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

 

Stranda sjónleikarafelag skipar fyri útibarnaleiki, við útgangsstøði í kenda ævintýrinum um bukkarnar Brúsa. Men alt er ikki sum tað eigur at verða, tí aðrir kendir ævintýraleikpartar hava sníkt seg inn í søguna. Forvitin? - kom og hygg!

 

 

 

Kl. 20:00 - Kvinnukvøld

 

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

 

Leygarkvøldið 25. mai verður skipað fyri stórum kvinnukvøldi í bygdahúsinum á Strondum.

 

Á skránni verður:

 

  • Fyrilestur við Sølvá Jansdóttir Joensen um evnið ”Ger tað láturliga lætt" - Tað skal verða lætt at liva heilsugott, og kynstri er at gera tað láturliga lætt.
  • Sofaprát um evnið ”Kvinnur og ávirkan.” Luttakarar til sofaprátið verða: Rósa Tyril, Lisa Frederiksberg og Aslaug Christina Gisladóttir. Annita á Fríðriksmørk leiðir sofaprátið.
  • Sunt og leskiligt ábit
  • Ungu damurnar úr SWAY koma at syngja

 

Viðvíkjandi ábiti er neyðugt tilmelding til tiltakið. Send sms við navni til tlf.nr. 232725.

 

Sunnudagur 26. mai

 

Kl. 11:00 - Sunnudagsskúlin útferð til Eiðis

 

Sunnudagsskúlin fer at vitja sunnudagsskúlan á Eiði. Byrjað verður við familjugudstænastu í Eiðis kirkju kl 11:00. Bilar fara frá Missiónshúsinum kl 10.15. Havið matpakka við.

 

Mánadagur 27. mai

 

Kl. 19:00 - Staðarnøvn í Sjóvar kommunu

 

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda staðarnøvn í Sjóvar kommunu. Nú bjóðar kommunan til kunnandi fund um hesa verkætlan. Harumframt er ynskiligt - í felag við teimum møttu - at leggja ætlanir fyri, hvussu arbeiðið kann skipast víðari. 

 

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin

 

Týsdagur 28. mai

 

Kl. 20:00 - Konsert við Døgg Nónsgjógv í Sjóvar kirkju

 

Hvar? Sjóvar kirkja, Kirkjuvegur 5, 490 Strendur

 

Aftaná eru øll boðin í kirkjuhúsið til ein drekkamunn