Orðið "delegatar" er nógv brúkt í tónleikavinnuni, men í dagligari talu er tað mestsum ókent. Í roynd og veru vísir orðið til fólk í tónleikavinnuni, sum luttaka á einum festivali. Delegatarnir á ársins G! festivali eru tónleikajournalistar, bókarar (tey, sum velja bólkar til festivalar o.l.), promótarar (tey, sum stuðla upp undir útbreiðslu) og mangt slíkt. Tað finnast óteljandi nógvir leiklutir í tónleikavinnuni, ið vanlig fólk einki síggja til. Tað eru hesi, sum G! festivalurin hvørt ár bjóðar til Føroya. Hesi verða eisini hjúklað um við serligum upplivingum og útferðum, sum G! og FMX skipa fyri.
##med2##
Mikukvøldið var G! festivalurin so óoffisjelt upplatin við hugnaligum tiltaki heima í bygdini og síðani forkunnugari konsert í Tøting.
Sí her eitt lítið brot frá kvøldinum. Leggið til merkis, hvussu fjald Elinborg var í myrkrinum, og hvussu kløkkir áskoðararnir vórðu av brádligu ljóðunum, ið komu burtur úr ongum.
##med3##