Klaksvíkingar trívast sum fiskar í sjógvi

Ævintýrið í Europa er tað, sum pískar royndu menninar í KÍ av álvara at vísa, hvør dugur er í teimum

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík, har KÍ fær vitjan av finska SJK. Fyri einari viku síðani vann KÍ 2-1 í Finnlandi. Tá var talan um uppgerð, sum kundi koppað báðar vegir. KÍ var greitt omaná undan steðginum, tá ið leiðslan kundi verið tvey mál størri enn 1-0, og eftir steðgin var heimaliðið omaná. Kortini eydnaðist tað KÍ at vinna 2-1, og tí er tað heilt opið undan dystinum í kvøld.

 

KÍ hevur spælt 61 dystir í europeisku kappingunum, og nógvir av teimum, sum nú fyrireika seg til at spæla í kvøld, eiga heilt nógvar royndir í Europa. Flest Europa dystir hevur Odmar Færø spælt. Í kvøld verður hann fyri 48. ferð í europeiskum kappingardysti fyri feløg.

 

-Hetta eru avbjóðingar, sum vit gleða okkum til, og sum av álvara definera fótbóltsárið. Vit hugsa ikki um, at vit eru frammanfyri 2-1. SJK úr Finnlandi er gott fótbóltslið, og vit vita, at um vit ikki avrika tað besta, sum vit megna, so fara vit ikki at vinna okkum víðari, og tað ætla vit okkum at gera. Royndirnar siga, at áskoðararnir taka nógv á við okkum her í Klaksvík, tá ið altjóða dystir eru á skránni, og tað vóna og rokna vit við eisini verður soleiðis í kvøld, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.

 

KÍ hevur knívin á barkanum. Um tað eydnast at vinna, ella um tað endar javnt, so verður í hvussu so er eitt umfar í Europa aftrat í ár. Um SJK vinnur við einum máli verður tað í longdari leiktíð og møguligari brotssparkskapping avgjørt, hvør fer at halda fram, og um SJK samantalt vinnur, so verður ævintýrið hjá KÍ av á hesum sinni.

 

Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík í kvøld vera góð. Tað verður turt og mest sum stilli, og hitin verður 13 – 14 stig.

 

KÍ – SJK úr Finnlandi: Wojciech Myc úr Póllandi kl. 19.45.