OYL: Teresa F. Bláhamar vann silvur í hæddarlopi

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vann bronsu við seinastu oyggjaleikirnar

Skíggjasavnsmynd frá 2023

Enn eitt heiðursmerkið er komið til høldar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, ið vann bronsu í hæddarlopi gjørdi tað í kvøld eitt betri á hesum oyggjaleikunum við at vinna silvur.

 

Besta lopið hjá Teresu var 1,61 metrar. Amy Davis úr Orknoyggjum vann gull. Hennara besta lop var eisini 1,61 metrar, men hon var samantalt frammanfyri Teresu. 

 

Skíggjasavnsmynd frá 2023