Tað gjørdist ongantíð nakar spennandi dystur millum Frakland og Rusland, tí har vóru fraklendingar ov sterkir.
Frakland dró frá mest sum beinanvegin og førdi við fimm við steðgin.
Beint sum annar hálvleikur byrjaði dró Frakland enn meira frá og var uppi á 10 málum framman fyri.
So vartað líkasum at fraklendigar gearu niður og teir tóku eitt nú Karabatic út. Tað gjørdi, at Rusland fekk loyvi at minka eitt sindur um málmunin.
Tað var ein málríkur dystur, sum endaði við fronskum sigri á 35-28, eftir 19-14 í hálvleikinum.
Hinir dystirnir í kvøld endaðu:
Kroatia-Hvítarusland 33-22
Svøríki-Montenegro 28-21