Fraklendingur ger masterritgerð um grindadráp

Ungi fraklendingurin, Fabien Pouillon, er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við eina masterritgerð um grindadráp.

 

21 ára gamli Fabien lesur landafrøði á Savoie Mont-Blanc universitetinum í franska býnum Chambéry á fjórða ári. Hann frætti um og fekk áhuga fyri grindadrápi, tá hann búði í Íslandi eitt skifti í fjør.

 

Eftir at hava sæð filmin The Islands And The Whales hjá skotska leikstjóranum Mike Day í Norðurlandhúsinum í Reykjavík valdi hann grindadráp sum evni í ritgerð, sum hann skrivar í sambandi við masterútbúgving í landafrøði.

 

Endamálið við ritgerðini er lýsa kjakið um grindadráp millum teir ymisku áhugapartarnar. Fabien Pouillon miðar serliga eftir at lýsa áskoðanirnar, sum teir ymisku áhugapartarnir í grindadrápi hava um bæði grindadráp og um hvønn annan.

 

Í hesum sambandi hevur ungi fraklendingurin gjørt eitt spurnarblað við 41 ymiskum spurningum um grindadráp. Spurnarblaðið er at finna á fleiri facebookbólkum og øðrum sosialum miðlum. Eitt nú ber til at svara spurnarblaðnum í facebookbólkinum Whale Wars Faroe Islands Hvalakríggj í Føroyum.

 

Umframt at greina og samanbera svarini í spurnarblaðnum hevur Fabien eisini savnað nógv annað vísindaligt tilfar um grindadráp.

 

Hóast tað ikki var neyðugt hjá Fabien at koma til Føroya í sambandi við ritgerðina, so vildi hann fegin koma higar fyri at fáa eina kenslu av, hvussu tað er at búgva í Føroyum og hitta tað vanliga fólkið her.

 

Umframt at tosa við nógvar ymiskar føroyingar, hevur Fabien eisini tosað við Grindamannafelagið. Sum partur av ritgerðini hevur hann eisini sett seg í samband við Sea Shepherd, Greenpeace og aðrar felagsskapir.

 

Fyrst í juni mánaði skal Fabien Pouillon verja masterritgerðina á universitetinum í Chambéry.