Vikuskiftið var sera spennandi í flogbóltinum, tí bæði hjá monnum og kvinnum vóru toppdystir á skránni. Mjølnir var við í báðum dystunum, hjá monnum móti Fram og hjá kvinnum móti TB.
Dysturin í Eysturskúlanum sunnudagin gjørdist ein fimmsettari, og tað var at enda heimaliðið, sum var á odda. Gestirnir úr Mjølni løgdu annars betri fyri og vunnu fyrsta sett, men so vaknaði liðið hjá Fram. Í 2. og 3. settið vunnu teir greitt,og tað var ikki minst tí, at at blokkurin riggaði væl. Nógva av spælinum hjá Mjølni fer gjøgnum spælandi venjaran Klæmint Isaksen, og honum høvdu stóru spælarnir á Fram-liðnum gott tak á hesaferð.
Í fjórða settið kláraði Mjølnir at venda skeivu gongdini og teir vunnu fjórða sett. Neyðugt var tí fyri einum fimta og avgerandi settið, og eisini tað gjørdist sera javnt. Tað snúði seg um at vera kaldur í avgerandi løtunum, og tað kláraðu Fram-spælararnir betri. Teir vunnu settið 15-13 og harvið dystin 3-2. Við sigrinum tók Fram seg fram um Mjølnir, og er nú einsamalt á odda í meistaradeildini hjá monnum.
Mjølnir vann
hjá kvinnum
Hjá kvinnum vóru dysturin lutvístur javnur, og 3-0 sigurin hjá Mjølni sigur ikki alla søguna.
Víst vóru kvinnurnar úr Klaksvík omaná øll settini, men tey vóru jøvn. Dysturin varð spældur í Suðuroy, og sigurin hjá Mjølni var tí rættiliga sannførandi.
Mjølnir eru nú einsamallar á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, og tær hava fingið góða byrjan í royndini at verja FM-heitið.
Flogbóltskappingini er í tveimum. Bæði hjá monnum og kvinnum verður spælt fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum. Helvtin av kappingini er fyri jól, og hesum partinum líðir væl nú.
Eftir jól verður farið undir seinnu hálvu av kappingini, og tá fáa liðini helvtin av stigunum, sum tey hava vunnið sær fyri jól, við til seinnu hálvu.
Sigast kann tí, at spælt verður um eitt stig í hvørjum dysti nú, men tað kann eisini koma at gera mun tá kappingini líður móti endanum. Liðini fáa settini, sum tey hava vunnið, við sær til seinnu hálvu.