Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld fyrsta dystin hetta kappingarárið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í torførum útidysti móti FH í Kaplakrika høllini á Hafnarfirði eydnaðist tað Fram at vinna 29-25. Fram var frammanfyri 16-12 í steðginum, og megnaði at halda munin í seinna hálvleiki.
Dánjal skoraði tvey mál í fyrsta dystinum fyri Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu í kvøld á útivølli tepran 28-27 sigur á Haukum. Í steðginum var Afturelding frammanfyri 15-11.
Tað var ein føroyingauppgerð longu á fyrsta leikdegnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini ígjár.
Í Hekluhøllini í Garðabær tók Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum móti Vali við Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg á liðnum.
Dysturin endaði við 32-27 sigri til Val. Í steðginum var Valur á odda 14-10.
Jóhannes skoraði fimm mál fyri Stjörnuna, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.
Allan skoraði fýra mál, og Bjarni skoraði eitt mál fyri Val.
Komandi hóskvøld klokkan 20 Afturelding dyst á útivølli í Kópavogi móti HK. Sama kvøld klokkan 20.30 hevur Valur heimadyst móti FH. Kvøldið eftir klokkan 20 spælir Fram dyst á Akureyri móti KA. Leygarkvøldið 13. september klokkan 18 hevur Fram dyst á heimavølli móti Þór Akureyri.