Tað var í gjárkvøldið, at løgreglan sendi út eina eftirlýsing eftir 68 ára gamla Pedro Enrique Moreno Hentz úr Meksiko. Ryggsekkur hansara varð funnin í Mykinesfirði, og út frá tí varð leiting sett í gongd.
Maðurin varð seinast sæddur á gistingarhúsi í Havn, og seinastu telefonupplýsingarnar frá honum vísa, at hann tá var nærindis Bøsdalafossi við Sørvágsvatn og Trælanípuna í Vágum.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at tey hava roknað seg aftureftir frá tí at taskan varð funnin, og leiting varð tí sett í verk.
– Vit hava sett alt í gongd, sigur vaktleiðarin. Tað merkir, at hundamenn eru úti, bjargingarfelag, Brimil á sjónum.
– Leitingin er konsentrerað um nevnda økið í Vágum, og bjargingarfelagið hevur leitað í alla nátt, sigur vaktleiðarin.
Enn veit løgreglan ikki, nær maðurin er komin til Føroyar, hvar hann býr og hvørjum hann møguliga hevur verið saman við.