Havnin vil hava elbilar at savna rusk

– Ruskbilar við diesel hava ikki størri CO2 útlát enn elbilar, sigur Rasmus Rasmussen, stjóri í IR Last­bil­um, sum hevur ruskinnsavningina í Havn um hendi. Elsa Berg, borgarstjóri er als ikki samd: – Sjálvandi skulu vit hava elbilar, sigur hon

Borgarstjórin í Havn er ikki í iva: Sjálvandi skulu vit hava elbilar at savna ruskið inn í kommununi, tá nýggjur sáttmáli kemur í gildi um eitt ár.

 

Rasmus Rasmussen, stjóri í IR Lastbilum, sum hevur ruskinnsavningina um hendi í dag, er ikki so fegin um tað. Hann heldur tað ikki vera rætt at profilera seg sum grønan, tá vit ikki eru tað.

 

– So leingi sum SEV brennir tungolju á Sundi, og soleingi sum tað er nógv størri CO2 útlát av at framleiða elbilar, so verður dieselbilurin minst líka grønur, sigur hann. Og fyri at styrkja sínar grundgevingar, hevur hann fingið Ben Arabo frá Sp/F Rubico at roknað upp á tølini – og tey tølini vísa, at Rasmus Rasmusen hevur grein í sínum málið.

 

Men Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, er als ikki samd.

 

Lesið samrøðu við Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og Rasmus Rasmussen, stjóra í IR Lastbilum, í Sosialinum hesaferð.

 

Blaðið fæst til keypst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo

 

##med2##