Hetta var ein 28 ára gamal hestur, sum ikki var nóg byrgur til veturin, og tí gjørdu eigararnir Harriett og John av Gørðum av, at hann skuldi enda sínar dagar undir góðum og tryggum umstøðum og síðani koma føroya fólki til gagns. Tjóðsavnið setti seg í samband við danska fyritøku, sum fyrst kom til Føroyar at fletta og síðani tóku skinnið til Danmarkar at útstappa.
Hin 2. september var Grettir endiliga komin aftur á savnið í uppsettum líki, og í tí sambandi hittust starvsfólk á Tjóðsavninum við umboðum frá Felagnum Føroysk Ross umframt øðrum áhugaðum til avdúking. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt ross er vorðið útstappað, og sær tað ómetaliga hábærsligt og serstakt út.
##med2##
Ein slík varðveitsla av føroyska rossinum hevur serligan týdning fyri at miðla fram týdningin, sum hetta slagið hevur havt fyri føroysku landnámssøguna. Eisini hevur tað serligan lívfrøðiligan og arvafrøðiligan áhuga orsakað av sínum serstaka kropsbygnaði, arbeiðsuppgávum og livihátti í Føroysku náttúruni. Í dag eru sera fá føroysk ross eftir, men orsakað av eldsálum er stovnurin aftur veksandi.
Grettir verður at síggja í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Hoyvík tá Heyst(ó)hugni verður hildin frá 11. til 17. oktober.
##med3##