Roykur rísur úr einum bygningi í Gaza eftir ísraelsk álop. Ísrael hevur eyðmerkt fleiri bygningar, sum hoyra til hernaðarliga bólkin Hamas. - Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters

Ísrael leyp á háhús í Gazabýnum

Ísraelski herurin boðaði í dag frá, at hann hevði lopið á eini háhús í Gaza City. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Roykur rísur úr einum bygningi í Gaza eftir ísraelsk álop. Ísrael hevur eyðmerkt fleiri bygningar, sum hoyra til hernaðarliga bólkin Hamas. - Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters

Stutt frammanundan segði herurin, at hann fór at rætta seg móti einum hópi av bygningum, sum Ísrael hevur eyðmerkt sum hoyra til hernaðarliga bólkin Hamas. Hetta segðist serliga vera galdandi fyri háhús.

Álopið fór fram sum liður í áhaldandi ísraelskum ætlanum um at taka valdið á Gaza City.

Í eini fráboðan mikudagin segði ísraelski herurin, at hann hevur "eyðmerkt týðandi yvirgangsvirksemi hjá Hamas í ymiskum undirstøðukervi í Gaza City - og serliga í háhúsum".

Minni enn ein tíma seinni kom herurin út við fráboðan um, at eini háhús vóru rakt.

 

/Ritzau/

 

Roykur rísur úr einum bygningi í Gaza eftir ísraelsk álop. Ísrael hevur eyðmerkt fleiri bygningar, sum hoyra til hernaðarliga bólkin Hamas. - Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters