Í fjør, tá dýri biðidagur fyri fyrstu ferð ikki varð hildin sum halgidagur í Danmark, var Morten Messerschmidt í Føroyum – har hann var til gudstænastu í Havnar kirkju dýrabiðidag. Í sama viðfangi kundi hann uppliva flaggdagin, sum var dagin fyri dýrabiðidag í fjør Myndir: Álvur Haraldsen

Borgarligir flokkar í Danmark vilja hava dýra biðidag aftur

Danski Fólkaflokkur, Danmarksdemokratarnir, Konservativu og Liberal Alliance halda, at tíðin er komin til politiskt at innføra dýra biðidag aftur í Danmark

Í fjør, tá dýri biðidagur fyri fyrstu ferð ikki varð hildin sum halgidagur í Danmark, var Morten Messerschmidt í Føroyum – har hann var til gudstænastu í Havnar kirkju dýrabiðidag. Í sama viðfangi kundi hann uppliva flaggdagin, sum var dagin fyri dýrabiðidag í fjør Myndir: Álvur Haraldsen

Dagin fyri borgarligu stevnuna í Fredericia í Danmark koma Liberal Alliance, Danmarksdemokratarnir, Danski Fólkaflokkurin, tey Konservativu við felags yvirlýsing í dag.

Fáa flokkarnir ávirkan á eina stjórn eftir næsta fólkatingsval, fáa teir dýra biðidag aftur innførdan sum halgidag og harvið frídag.

- Fáa okkara fýra flokkar ávirkan á eina nýggja stjórn, so hava vit bundið okkum til, at tað fer at henda, sigur formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, við DR.

Í 2023 avgjørdi SVM-stjórnin saman við teimum radikalu at avtaka dýra biðidag sum almennan frídag.

Hetta skal geva umleið tríggjar milliardir krónur meira í landskassan og skapa eitt eyka arbeiðstilboð á 8.000 fólk, soleiðis at fleiri arbeiða meira.

Stjórnin grundgav fyri uppskotinum um at avtaka dýrabiðidag tá við at siga, at peningur skuldi savnast inn til at fíggja øktu útreiðslurnar til verju og trygd sum úrslit av innrásini hjá Russlandi í Ukraina.

Síðani er búskaparliga rásarúmið vaksið munandi, og tað merkir, at Danmark tykist hava ein nógv betri búskap enn upprunaliga væntað.

- Stjórnin gjørdi tað við skeivum fortreytum, tí hon segði, at hetta er einasti mátin, vit kunnu fáa gongd á. Nú síggja vit, hvussu pengarnir streyma út úr skápunum í Fíggjarmálaráðnum, sigur forkvinnan í donsku Danmarksdemokratunum, Inger Støjberg, við DR.

Liberal Alliance hevur áður mótmælt einari politiskari avgerð um at seta dýra biðidag í gildi aftur, men flokkurin hevur nú broytt støðu.

Uppskotið um at seta dýra biðidag aftur í gildi fær tó eina kalda móttøku frá Vinstra, einasta avgjørt bláa flokkinum í stjórnini.

- Tað vilja vit ikki, nei. Eg dugi væl at síggja, at tað er eitt fólksligt sjónarmið, men tað er ikki ábyrgdarfult, sigur politiski framsøgumaðurin hjá Vinstra Jan E. Jørgensen.

Næsta fólkatingsval skal vera í seinasta lagi 1. november í 2026.

/Ritzau/