Í dag er stór grein á heimasíðuni hjá Verdens Gang um syrgiligu vanlukkuna, tá Naddoddur av Tvøroyri í august í fjør gekk burtur nærindis norsku strondini.
Naddoddur var á veg av Tvøroyri til Noregs, tá báturin koppaði og ein av manningini, 29 ára gamla, Karla Dana úr Meksiko, læt lív.
Skipari á ferðini var sveisarin, Andy Fitze, sum á heimasíðuni í dag greiðir frá óhugnaligu hendingini í ringa veðrinum út fyri Stad, har báturin koppaði.
Yvirskriftin í Verdens Gang er: "Eg vildi ikki sleppa Karlu...", og her verður sipað til skiparan og kvinnuna, sum læt lív í vanlukkuni.
Eftir drúgva og umfatandi leiting varð líkið av Karlu funnið dagin eftir vanlukkuna.
Verdens Gang hevur hitt Andy Fitze og konu hansara, Dalith Steiger, á Aker Brygge.
Tey eru í Noregi og luttaka á ársins SAR-ráðstevnu og fyri at avdúka eitt minnismerki yvir Karlu í Florø.
Andy Fitze hevur altíð livað tætt uppat náttúruni, og í fleiri enn 20 ár hevur hann fingist við bátar - í gleði og í sorg, sum heimasíðan skrivar.
Tað var fyri stívliga einum ári síðan, at Høvuðsbjargingartænstan í Noregi fekk eitt mayday, sum manningin á Naddoddi sendi.
- Okkara mál var Ålesund, men tað gekk ikki, tí Naddoddur koppaði út fyri Stad, sigur skiparin, sum minnist, hvussu veðrið broyttist á triðja degi á ferðini.
Veðurforsagnirnar søgdu frá aldum upp í fýra metrar og nakað av vindi. Men, aldurnar gjørdust upp í átta metrar, og vindurin kom upp í 36 metrar um sekundið.
- Vit vóru væl fyrireikað. Samdøgrið frammanundan lótu vit okkum í yvirlivilsisdraktirnar, ruddaðu bátin og ótu so nógv, sum vit vóru ment, sigur hann.
Í samrøðuni, sum Verdens Gang hevur við sveisaran, greiðir hann frá, hvussu stormurin leikaði í teir næstu 12 tímarnar, og hvussu trý av teimum seks, sum vóru í bátinum, noyddust at oysa alla tíðina.
So kom hon - "monsturaldan" - sum Andy Fitze lýsir hendingina, tá ein stór alda reisti seg aftanfyri bátin - og báturin koppaði.
- Eg sá ein vegg, og eftir einum sekundi var eg undir í sjógvi - og undir bátinum, sigur hann.
Hann minnist, hvussu øll manningin varð "fangað" undir bátinum í trygdarlínum. Fimm megnaðu at koma undan bátinum, men Karla sat føst og slapp ongan veg.
##med2##
- Mítt fokus var krystall klárt - eg vildi hava Karlu undan bátinum, sigur hann.
Eftir fýra minuttum fingu tey hana leysa, og skiparin byrjaði lívbjargandi fyrstuhjálp - í einum partvís soknum báti.
- Eftir nøkrum sekundum gjørdist tað longu greitt, at her var eingin møguleiki, men eg vildi ikki gevast, sigur hann við Verdens Gang.
Hann minnist, hvussu hini av manningini róptu:
- Tú mást sleppa henni. Tú mást bjarga tínum egna lívi, greiðir Andy Fitze frá. Øll samrøðan við skiparan á Naddoddi kann lesast á www.vg.no