Liðini hjá Janu og Mariu máttu lúta fyri stórliðum

DM-finalistarnir, Esbjerg og Odense vóru á vitjan hjá Viborg og Horsens í kvøld

Liðini hjá Janu Mittún og Mariu P. Nólsoy, Viborg og Horsens høvdu spennandi avbjóðingar í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld, tá tvey tey fremstu liðini, Odense og Esbjerg komu á vitjan.

 

Jana og liðfelagarnir í Viborg máttu á heimavølli lúta 29-34 fyri verandi silvurvinnarunum, Esbjerg. Í steðginum var Viborg aftanfyri 14-21, men tað eydnaðist at vinna seinna hálvleik 15-13.

 

Jana skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hon legði eisini upp til trý mál.

 

Viborg hevur tvey fyri tveir dystir. Fríggjakvøldið 12. september spælir Viborg dyst á útivølli móti Sønderjyske. 

 

Maria og liðfelagarnir í Horsens taptu á heimavølli heiðurliga 30-33 fyri verandi meistarunum, Odense. Í steðginum var Horsens enntá á odda 16-15. Men í seinna hálvleiki átti Odense avgerandi munin. 

 

Tað eydnaðist ikki Mariu at skjóta mál í kvøld, men hon legði upp til fimm mál, og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Horsens hevur einki stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. Komandi mikukvøld tekur Horsens móti Ikast á heimavølli. 

 

Skanderborg uttan Súnu K. Hansen tapti á útivølli 33-40 (15-18) fyri Ikast.

 

Skanderborg hevur heldur einki stig aftaná tvey umfør. Komandi fríggjakvøld spæla tær á útivølli móti Keypmannahavn.

 

Leygardagin klokkan 14 tekur liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ móti liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing á heimavølli.