Tveir trolbátar eru lidnir við sínar fiskidagar

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap, og tveir liggja, tí teir hava ongar fiskidagar eftir

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar gulllaks.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er góður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap.

 

- Teir eru á Íslandsrygginum og koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

 

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap, og teir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski.

 

- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Upplýst verður, at tveir smáir trolbátar liggja, tí teir eru lidnir við sínar fiskidagar.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva, og sagt verður, at skipini hava góðan fiskiskap.

 

- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.