Tað er eingin orsøk til ótryggleika, tí Grønland er framvegis egið land, sambært Jens-Frederiki Nielsen, formanni í grønlendska landsstýrinum.
Hetta skrivar hann á Facebook, eftir at USA uttan ávaring hevur sett ein serligan sendimann til Grønlands, sum skal virka fyri, at heimsins størsta oyggj verður amerikansk, uttan at tað fæst at vita, hvussu.
– Vit eru nú vaknaði aftur við nýggjari fráboðan frá amerikanska forsetanum, sum nú hevur sett ein serligan sendimann til Grønlands. Tað ljóðar kanska stórt. Men tað broytir einki fyri okkum her heima.
– Grønland eiga grønlendingar, og økisrættur skal virðast. Vit vilja fegin samstarva við onnur lond, eitt nú USA, men tað skal altíð gerast við virðing fyri okkum og fyri okkara virðum og ynskjum, skrivar Jens-Frederik Nielsen.
Ein líknandi boðskapur er eisini borin fram í felags yvirlýsing frá bæði Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen forsætisráðfrú í Danmark.
– Landamørk og fullveldi hjá ríkjum eru rótfest í altjóðarætti. Hetta eru grundleggjandi meginreglur. Tú kanst ikki leggja onnur lond saman. Heldur ikki við einum argumenti um altjóða trygd, skriva tey í fráboðanini.
Fyrr mánadagin boðaði danska stjórnin frá ynski um at kalla amerikanska sendiharran í Danmark, Ken Howery, til samrøðu í uttanríkisráðnum.
Tá hann varð settur sum sendiharri í fjør, segði Trump, at "ognarrættur og ræði á Grønlandi er eru avgjørt neyðugur".
Howery varð góðkendur av amerikanska senatinum í oktober í ár.
Í nátt setti Donald Trump eisini ein serligan sendimann til Grønlands. Hetta verður guvernørurin í statinum Louisiana, Jeff Landry, sum hevur skrivað, at hann fer at virka fyri at gera Grønland til ein part av USA.
Donald Trump hevur fleiri ferðir luftað tankan um, at USA skal yvirtaka Grønland av trygdarávum.
Frammanundan hevur Trump ikki noktað at útilokað at brúka hermegi til at fáa vald á Grønlandi. Hetta hevur elvt til øsing, tí Danmark, Grønland og USA hava verið sambandsmenn í áratíggju.
Hetta hevur elvt til eitt tíðarskeið við ógvuliga spentum viðurskiftum millum USA og danska kongaríkið, sum hevur elvt til altjóða øsing, har bæði ES og limalondini stuðla Danmark og Grønlandi.
Tað er einki dulsmál hjá donsku stjórnini, at áhugin hjá amerikanska forsetanum skjótt kann blásast upp aftur og versna sambandið.
Sambært uttanríkisráðharranum Lars Løkke Rasmussen hevur áhugin altíð verið til staðar í amerikansku umsitingini. Hann kallaði tað "fullkomiliga óhóskandi" fyri TV 2 News í morgun.
– Eg eri sera harmur um hesa setan og serliga útsagnirnar hjá sersendimanninum, sum eg haldi vera totalt óhóskandi. Fullveldið hjá kongaríkinum er upp til kongaríkið, sigur Lars Løkke Rasmussen við TV 2 News.
Fyri júst einum ári síðani skrivaði Trump á sínum sosialu miðlum, at USA "fyri tjóðartrygd og frælsi um allan heimin" helt, at "ognarrættur og ræði á Grønlandi er ein absolut neyð".
/Ritzau/
##med2##











