Nýggj app til elbilaløðing

Sev skrivar, at januar 2026 gerst tín elbilaløðing einfaldari

Nýggja appin, fer at betra um hjá teimum sum koyra elbil.

 

Sev skrivar, at hesir fyrimunir eru við nýggju elbil appini

 

- Stýr løðingini - heima og alment

 

Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.

 

- Snildløðing

 

Áset nær løðingin skal fara fram - til dømis tá streymurin er grønastur.

 

- Nýtsluyvirlit

 

Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.

 

- Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til

 

Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.

 

- Reika

 

Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.

 

Hetta inniber, at móti endanum av januar verður heimasíðan elbil.fo niðurløgd. 

 

Síðstu snøklarnir eru um at koma upp á pláss, og elbil appin verður tøk um miðjan januar 2026. 

 

##med2##