Í dag samráðast Føryar og Russland um nýggjan fiskiveiðusáttmála fyri komandi ár.
Tað er eitt brotið vallyfti hjá Javnaðarflokkinum, sum í dag verður endurtikið fyri triðju ferð.
Í síðstu viku samtykti Løgtingið eina fíggjarlóg við halli, aftur eitt brotið vallyfti hjá Javnaðarflokkinum.
Og stytt arbeiðsvika verður ikki til nakað, enn eitt brotið vallyfti. Í staðin fyri stytri arbeiðsviku, so skulu fólk arbeiða longri. Pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari enn ætlað – og sum semja var um við fakfeløgini. Hetta verður gjørt eftir kravi frá Framsókn, sum annars ikki vil samtykja uppskotið um Suðuroyartunnilin. Einki varð sagt um at hækka pensjónsaldurin í valstríðinum.
Kringvarpið hevur kunngjørt eina veljarakanning, sum er verri fyri Javnaðarflokkin, enn allar tær ringu sum hava verið seinastu árini.
Afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum er 11,5 prosentstig. Úr 26,6 til 15 prosent. Tað kostar Javnaðarflokkinum 4 tingsessir, so hann lendir á 5 tingsessum – eins og á katastrofuvalinum í 1994. Tá var afturgongdin 12,2 prosentstig úr 27,5 niður í 15,5. Tað merkir so, at um val var í dag, so var talan um tað ringasta løgtingsvalið hjá Javnaðarflokkinum síðani 1932, tá flokkurin fekk 10,5 prosent av atkvøðunum. Flokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1928, tá fekk flokkurin 10,6 prosent.
Meðan Javnðarflokkurin missir 4 tingsessir, so missa Tjóðveldi og Framsókn hvør sín.
Sambandsflokkurin fær bara ein tingsess afturat, meðan Fólkaflokkurin fer avstað við at kalla øllum. Flokkurin fær 35,6 prosent av atkvøðunum og 12 tingsessir, 6 fleiri enn á seinasta vali.
Og Fólkaflokkurin fær tað sum so bara fyri at vera alternativið til samgonguna – ella meira sum eitt frával av samgonguni og serliga Javnaðarflokkinum, sum hevur ein stóran sjálvgjørdan trupulleika, sum hann tykist ikki vilja sleppa av við.
##med2##
At hann aftur leggur fram uppskot um at hækka pensjónsaldurin skjótari enn ætlað er at leggja upp til stríð við sínar kjarnuveljarar og fakfelagsrørsluna. Og so fyri at fáa eitt uppskot samtykt um ein dýran tunnil.
Eitt lítil ávaring er komin frá Ingilín Didriksen Strøm um, at hon ikki vil sleppa uppskotinum um at stytta arbeiðsvikuna. Men bæði hon og løgmaður siga seg vera samd, og eru tey tað, so kann tað bara merkja, at tað ikki verður gjørt við lóg, sum merkir, at tað ikki verður gjørt. Í øllum førum ikki fyri øll í senn, sum aftur vísir, at flokkurin heldur ikki stendur heilur aftan fyri síni vallyfti.
Ein veljarakanning er ein løtumynd. Men allar veljarakanningar seinastu árini hava verið slíkar, sum hendan, og tí er kanningin ikki hugaligu lesnaður hjá løgmanni og hansara fólki – tí fleiri slíkar keðiligar veljarakanningar á rað vísa eina sannlíka gongd við undirtøku floksins.
##med3##












