Talið av arbeiðs­plássum í USA skuff­­ar aft­ur í august

Eftir nýggjastu frágreiðingina um arbeiðspláss segði Trump hagtalsstjóran úr starvi. Nú kemur enn ein skuffandi tøl um arbeiðspláss í USA

Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix

Arbeiðsskapanin á amerikanska arbeiðsmarknaðinum er illa fyri.

Eini 22.000 arbeiðspláss vórðu skapt uttan fyri landbúnaðin í august í USA.

Hetta kom fram í dag í fyrstu frágreiðingini um arbeiðspláss frá amerikanska arbeiðsmálaráðnum, eftir at Donald Trump, forseti, koyrdi ein hagtalsleiðara úr starvi eftir skuffandi tøl fyri juli.

Men august skuffaði eisini væntanirnar hjá greinarum.

Her hevði eitt miðal av búskaparfrøðingum, sum vóru spurdir av tíðindastovuni Reuters, væntað, at 75.000 nýggj arbeiðspláss fóru at verða skapt í august.

- Sigast skal, at tað er skuffandi. Vit eru nú vitni til ein amerikanskan arbeiðsplássvøkstur, sum er við at missa luftina, sigur Tore Stramer, leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Erhverv, í skrivligari viðmerking.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, koyrdi leiðaran á Bureau of Labor Statistics, Erika McEntarfer, úr starvi eftir arbeiðsplássfrágreiðingina í juli 2025. Hann segði, at hon hevði manipulerað tølini.

 

/Ritzau/

 

 

Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix