Modric er á beinkinum

Heimsstjørnan er ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Kroatia

Tað er fullsett á Tórsvølli í kvøld.

 

Stórur áhugi er millum føroyskar fótbóltsfjepparar at síggja kroatisku heimsstjørnuna Luka Modric, sum í 13 ár spældi við Real Madrid, áðrenn hann í summar flutti til AC Milan í Italia.

 

Men Luka Modric, sum hevur spælt 188 landsdystir fyri Kroatia, er ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Kroatia. Hann er frá dystarbyrjan á beinkinum.

 

Kroatiski landsliðsvenjarin Zlatko Dalić hevur sett hetta liðið:

 

##med2## 

 

 

 

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Kroatia nummar 10, av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni, meðan Føroyar í løtuni eru á 141. plássi.