Fýra føroyingalið vóru í pottinum, tá trekt var til triðja umfarið í donsku steypakappingini.
Liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge, superligaliðið, FC Fredericia hevur fingið frægasta lutakastið. Fredericia skal á útivølli spæla móti Thisted, ið spælir í triðbestu deildini.
Venjarin hjá Fredericia, Michael Hansen má brúka Mattias H. Lamhauge í hesum dystinum, tí enski málverjin, Etienne Green hevur leikbann hendan dystin aftaná beinleiðis reyða kortið hann fekk í 4-2 sigrinum á Tune IF úr sættubestu donsku deildini.
Liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Kolding fær eina spennandi uppgávu á heimavølli móti AGF úr superliguni, og liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg fær eisini ein spennandi dyst á heimavølli móti AGF úr superliguni. Kolding og Hillerød spæla bæði í næstbestu deildini.
Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad fingu eitt líkinda lutakast móti einum liði, ið eisini spælir í næstbestu deildini. Á heimavølli skulu Martin og liðfelagarnir spæla móti Hobro.
Dystirnir í triðja umfarinum vera leiktir dagarnar millum 23. og 25. september.