Estlendski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðu fótbóltslíkindunum á Tórsvølli. Máltalvan sigur, at Føroyar skoraðu einki mál, og at Kroatia skoraði eitt mál.
Undanfarnu ferðirnar vann Kroatia 5-1 ímóti Kekkia og 7-0 ímóti Gibraltar.
1-0 tap ímóti heimsstjørnum er gott úrslit, og góða avrikið í kvøld eigur at bera við sær, at føroysku spælararnir nú eru á veg av vøllinum við røttum ryggi, og at tað í viðførinum í leiguflogfarinum suður til Spania í morgin er sjálvsálit og mót um, at møguleikin fyri sigri í Gibraltar mánakvøldið er góður.
Føroyska avrikið var gott, og eftir steðgin var spælbýtið væl javnari, enn tað var í fyrra hálvleiki.
Mattias H. Lamhauge bjargaði fleiri ferðir sera væl, men tað var ikki so øgiliga ofta, at talan var um spentar støður frammanfyri føroyska málið. Heldur vóru tað føroyingarnir, sum vóru framrættaðir, og síðstu minuttirnar spenti Eyðun Klakstein álopsbogan av álvara.
Jóan Símun Edmundsson, sum var á liðnum fyri 95. ferð, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, sum fyri fyrstu ferð var á landsliðnum, og Martin Agnarsson, sum av álvara tók av, vóru óimponeraðir, og tá so Andrias Edmundsson varð fluttur fram í álopið, so kendist javnleikurin tættari enn, at Kroatia økti um leiðsluna.
-Her var talan um fantastiskt avrik. Allir spældu væk, og heldur enn at tapa 1-0, so kundu vit havt vunnið 2-1 ella 3-1, um vit vóru hepnir, sigur málverjin Mattias H. Lamhauge.
-Vit eru ikki nøgdir við at tapa, hóast mótstøðuliðið er nummar 10 í heiminum, men eg taki einki frá spælarunum, tí teir avrikaðu heilt framúr. Verjuskipanin hevur riggað, og í kvøld løgdu vit aftrat í verjuni, og vit spældu okkum til møguleikar. Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora, tá ið vit í fyrra hálvleiki vunnu fínar møguleikar, og tá ið vit í seinna hálvleiki høvdu fleiri góð álop, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.
At Odmar Færø í kvøld sá gula kortið ber við sær, at hann verður leikbannaður í Gibraltar mánakvøldið. Saman við Gunnar Vatnhamar og serliga Andriasi Edmundsson var hann klettur í miðverjuni, og tað vóru fleiri aðrir, sum í framúr liðavriki, vóru eyðsýndir. Eitt nú arbeiddi Meinhard E. Olsen sera væl sum fremsti maður.
Føroyar – Kroatia 0-1 (0-1)
0-1: Andrej Kramaric 31.
4632 áskoðarar
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Martin Agnarsson, 68.) – Árni Frederiksberg (Géza Dávid Turi, 76.), Brandur Hendriksson Olsen (Jóannes Bjartalíð, 76.), Jákup B. Andrasen, Hanus Sørensen (Adrian Justinussen, 87.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Johansen Chukwudi, Jann J. Benjaminsen, Poul Kallsberg, Noah Mnenéy, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø
Venjari: Eyðun Klakstein