Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, og máltalvan vísir 0-1. Kroatia legði seg á odda, tá ið hálvur tími var farin. Liðformaðurin Andrej Kramaric stakk seg eftir innlegg úr høgru fram millum Odmar Færø og Jóannes K. Danielsen og umvegis stólpan fór bólturin í netið.
Kroatia hevur verið so nógv meiri á bóltinum og í álopsstøðu enn føroyska liðið hevur verið, og føroyska verjuspælið hevur higartil verið sera væl skipað.
Men Føroyar hava havt fýra góðar málmøguleikar, og Føroyar hava havt besta málmøguleikan av øllum.
Tað var longu í triðja minutti, at Hanus Sørensen, sum er ytstur á miðvøllinum í vinstru, var leysur, tá ið hann royndi seg. Árni Frederiksberg átti fína og neyva innleggið úr høgru, og tað eydnaðist væl upplagda Hanusi at sleppa undan verjuspælaranum. Hann varð einsamallur ímóti málverjanum, sum vann tvídystin teirra millum.
Nakrar minuttir seinni var Hanus aftur upp á spæl, tá ið hann eftir flatt innlegg úr høgru frá Jóannesi Kalsø Danielsen smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin streyk dygst framvið stólpanum.
Løtu seinni var aftur góður føroyskur møguleiki, tá ið Árni Frederiksberg eitt sindur úr vinstru legði bóltin til handara stólpa, har bæði Odmar Færø og Jákup B. Andreasen vóru tætt við at skora.
Kroatia hevur havt fleiri støður, og Mattias H. Lamhauge í føroyska málinum hevur einar tríggjar ferðir bjargað væl.
Føroyar – Kroatia (0-1)
0-1: Andrej Kramaric 31. stútari eftir innlegg úr høgru
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andrasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Johansen Chukwudi, Jann J. Benjaminsen, Martin Agnarsson, Adrian Justinussen, Poul Kallsberg, Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson