Kjartan og liðfelagarnir taptu greitt á heimavølli

Vendsyssel hevur enn fyrsta stigið til góðar

Mynd: Elitesport Vendsyssel

Í kvøld spældu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel spældu í kvøld annan dystin hetta kappingarárið. 

 

Í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini tapti Vendsyssel á heimavølli rættiliga greitt 31-38 fyri Midtjyllandi. Í steðginum var útiliðið frammanfyri 17-15.

 

Kjartan skoraði trý mál. 

 

Vendsyssel hevur enn fyrsta stigið til góðar aftaná tveir leiktar dystir. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Kjartani, Lemvig-Thyborøn. 

 

 

 

 

 

Mynd: Elitesport Vendsyssel