Trump vil hava krígsmálaráð

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at skriva undir eina fyriskipan, sum skal broyta navnið á verjumálaráðnum í landinum, soleiðis at tað fer at eita krígsmálaráð

Tað sigur ein embætismaður í Hvítu Húsunum fyri Reuters.

Í fyriskipanini verður millum annað givið verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, rætt til at brúka heitið krígsráðharri sum sekundært heiti í almennum samskifti.

Tað vísir eitt faktablað, sum Hvítu Húsini hava almannakunngjørt.

Sambært Reuters eru navnabroytingar av amerikanskum deildum sjáldsamar og krevja góðkenning frá kongressini, har republikanski flokkurin hjá Trump hevur ein tepran meiriluta í báðum kømrunum.

 

/Ritzau/