Alma Kjærbo hevur nógvar ymiskar uppgávur á virkinum. Hon leggur fiskin á bandfrystaran, reinsker og er linjueftirlit.
Hendan dagin vit vitja Kósina, var Alma Kjærbo innara eftirlit, hon vigaði fiskin í portiónir, kannaði hitan, og hugdi eftir beinum.
Arbeiðið hjá Almu Kjærbo er skipað soleiðis, at eina viku arbeiðir hon í kutaranum, eina viku við bandfrystaran, eina stendur hon við skeribandið, og eina viku glaserar hon.
Hetta dámar henni væl.
– Eg tími at læra alt, og tað er gott at prøva alt.
At hava ymiskar uppgávur ger ikki bert arbeiðið fjølbroyttari, tað lættir eisini um kropsliga trýstið, tí ymisku uppgávurnar slíta ymisk støð á kroppinum.
– Tað hjálpir at skifta, tí tá tú stendur í bandfrystaranum, fært tú ilt í ryggin, í kutaranum, og tá tú snøggar fært tú ilt í armar og akslar.
Í bandfrystaranum verður skorni fiskurin lagdur slættur á bandið, og síðani verður hann frystur og pakkaður.
##med2##
Kuldin merkist í fingrunum, og tað er serliga kalt at standa við bandfrystaran, tí frystarin er við beinini. Summi brúka kavadrakt, tá tey standa við bandfrystaran.
Fyrr hevði bandfrystarin bara eitt band, tá noyddust tey at koyra fiskin í bakkar. Nú hevur Kósin fingið bandfrystara við tveimum bondum, tí er eingin trupulleiki at taka ímóti øllum fiskinum sum verður skorin.
Tað er vorðið skjótari at reinsa fiskin, fyrr bleiv uggin skorin av, og síðani bleiv kílaskorðið, men í 2018 fekk Kósin nýggja maskinu, sum sker kílan úr fiskinum. Tí eru tað bara beinini sum skulu reinsast av, kílan lata tey standa eftir.
##med3##
Fleiri tímar merkja fleiri pengar
Tað hevur verið nógv arbeiði á Kósini í summar, ofta hava tey arbeitt frá 7-17, eisini leygardagar. Hetta dámar Almu Kjærbo væl.
– Allar oftast eri eg glað fyri at koma til arbeiðis, fleiri tímar merkja fleiri pengar.
Arbeiðið hevur verið støðugt í nógv ár, og tí er sjáldan neyðugt at fáa nakað úr fiskavirkisskipanini hjá ALS. Fiskavirkissipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.
Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.
##med4##
Dagarnir á Kósini eru ymiskir, onkrar dagar er dygdin á fiskinum góð, tá er lagið gott á virkinum, aðrar dagar hevur fiskurin bein, blóð og er bleytur. Tá gerst arbeiðið meira stríggið.
Á Kósini starvast fleiri útlendingar, sum eru komin við fast track skipanini. Flestu útlendsku starvsfólkini trívast væl, tey flestu hava onkran í onkran í familjuni sum arbeiðir á virkinum, og tí hava tey onkran at halda saman við.
Alma Kjærbo heldur tað vera týdningarmikið at taka væl ímóti øllum sum koma.
– Tá vit eru góð við tey, so eru tey eisini góð við okkum.
Samskiftið kann vera ein trupulleiki, tí summi av føroysku starvsfólkunum duga ikki enskt. Men útlendsku starvsfólkini eru íðin at læra seg føroyskt, og í august eru øll farin í skúla at læra seg málið.
##med5##
Tá kaffi- og døgurðasteðgur er liggur Kósavirkið stilt, tí øll halda steðg samstundis. Hetta heldur Alma Kjærbo vera gott.
– Fyri sosiala samanhaldið er tað betri, at alt steðgar.
Túrurin upp og niður trappurnar er hugnaligur í sær sjálvum, og tá skift verður í og úr arbeiðsklæðunum gongur prátið væl.
Týdningurin av prátinum í kantinun, merktu tey, tá tey brádliga noyddust at sita einsamøll við borðið, tá koronufarsóttin herjaði. Tá blivu starvsfólkini deild upp, soleiðis at øll ikki hildu steðg samstundis. Tey sum tú plagdi at práta við, vóru ikki altíð har, og tú kundi ikki flyta teg til eitt annað borð, tí frástøðan skuldi haldast.
– Tað var óinteressant at sita einsamøll við borðið.
Kósin er eitt stórt arbeiðispláss, men steðgirnir gera, at øll læra hvønn annan at kenna.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##