Eitt stórt átak er í gongd hjá løgregluni og lokalu neyðhjálpartænastuni í økinum kring tann avsporaða kaðalin. - Mynd: Patricia De Melo Moreira/Ritzau Scanpix

15 fólk doyðu tá kað­al­breyt fór av spori­num í Lissa­bon

Kenda Gloria- kaðalbreytin í Lissabon fór av sporinum í dag. Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, skrivar CNN Portugal.

Eitt stórt átak er í gongd hjá løgregluni og lokalu neyðhjálpartænastuni í økinum kring tann avsporaða kaðalin. - Mynd: Patricia De Melo Moreira/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 15 fólk hava latið lív í einum vanlukkutilburði í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon, har ein kaðalbreyt fór av sporinum.

Hetta váttar portugisiska løgreglan sambært CNN Portugal.

Sambært RTP staðfestir løgreglan, at 18 fólk afturat eru særd, harav fimm eru álvarsliga skadd.

Tað eru fólk av øðrum tjóðskapi enn portugisiskum millum ofrini, skrivar RTP.

Sambært fjølmiðlunum er løgreglan á staðnum í økinum fyri at kanna orsøkina til vanlukkuna. Orsøkin er enn ókend.

Tað er tann kenda Gloria- kaðalbreytin, sum varð avsporað.

Flutningsfelagið Carris, sum rekur kaðalbreytina, váttar fyri CNN Portugal, at tað er til staðar við vanlukkuna.

Forsetin í Portugal, Marcelo Rebelo de Sousa, viðmerkti vanlukkuna í kvøld.

- Forsetin sendir samkenslu og samhuga til familjurnar, sum eru raktar av hesum sorgarleiki og vónar, at hendingin skjótt verður avgreidd av ábyrgdarhavandi myndugleikum, stendur at lesa í fráboðan á heimasíðuni hjá forsetaembætinum.

Borgarstjórin í Lissabon, Carlos Moedas, hevur eisini tosað við pressuna eftir vanlukkuna.

 

Myndir: 15 deyð í vanlukku í Lissabon

- Tað er ein syrgilig dagur fyri okkara bý. Tað er ein trupul dagur hjá okkum øllum. Tað er tíverri ógvuliga álvarsamt. Tað er ein vanlukka, sum ikki átti at hent, sigur hann, sambært RTP.

Portugisiska stjórnin hevur lýst ein dag landasorg í morgin. Í Lissabon hevur býráðið lýst kommunala sorg í tríggjar dagar, skrivar CNN Portugal.

Kaðalbreytin er eitt av eyðkennunum í Lissabon og er serliga væl umtókt millum ferðafólk.

Tað bindur almenna torgið Restauradores og Bairro Alto-økið saman.

Kaðalvognurin kann taka upp til 42 fólk í senn og varð tikin í brúk í 1885.

/Ritzau/

 

Eitt stórt átak er í gongd hjá løgregluni og lokalu neyðhjálpartænastuni í økinum kring tann avsporaða kaðalin. - Mynd: Patricia De Melo Moreira/Ritzau Scanpix