- Nýggja prísloftið fyri russiska olju, sum er galdandi í ES-londunum, er eisini galdandi í Noregi.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, í tíðindaskrivi, sum norskir miðlar endurgeva í dag.
Uttanríkisráðharrin vísir á, at tað hevur týdning fyri Noreg at standa saman við ES og sameindum um tiltøk.
Oljuútflutningur er framvegis ein triðingur av inntøkunum hjá Russlandi.
Tiltakið, sum er samtykt, er partur av 18. revsipakkanum hjá ES móti Russlandi, sum Noreg hevur stuðlað politiskt.
- Restin av pakkanum kemur inn í norska lóg komandi tíðina, veit www.tv2.no at siga í dag.