Klokkan 19.45 fer estlendski dómarin Kristo Tohver at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har tað verður fullsett.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar og Kroatia hittast í fótbóltslandsdysti. Umframt Kroatia eru tað tríggjar aðrar europeiskar fótbóltstjóðir, sum Føroyar ongantíð hava spælt ímóti. Tær eru Ongland, Bulgaria og Hvítarussland.
Fyri ein av føroysku spælarunum er dysturin í kvøld serligur á tann hátt, at hetta verður 50. ferðin, at hann verður á landsliðnum. Tað er Gunnar Vatnhamar, sum nú umboðar Víking Reykjavík, og sum í landsliðshøpi eisini hevur spælt við Víkingi í Eysturkommunu.
30 ára gamli Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur maður á landsliðnum síðani í 2018. Fyrsta royndin hjá honum á landsliðnum var 22. mars í 2018, tá ið Føroyar undir venjingarlegu í Spania og við Lars Olsen við stýrisvølin spældu ímóti Lettlandi.
Úrslitið var 1-1, og tað var Atli Gregersen, ið nú er hjálparvenjari, sum í 26. minutti legði føroyar á odda 1-0. Tveir minuttir undan leikloki avloysti Gunnar Vatnhamar Brand Hendriksson Olsen. Á listanum í kvøld eru tað teir báðir og so Jóan Símun Edmundsson og Odmar Færø, sum eisini vóru við ta ferðina fyri meiri enn fimm árum síðani.
Gunnar Vatnhamar er 26. føroyski spælarin, sum røkkur 50 landsdystum.
Landsliðsmetið eigur Fróði Benjaminsen við 95 dystum. Um Jóan Símun Edmundsson verður á vøllinum í kvøld, so verður tað 95. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið.