Fossáverkið opið í dag

Í sambandi við Vestmannadagar hevur Fossáverkið opið hús í dag frá 16.00-18.00

 

Starvsfólkini á staðnum fara at vísa fram og greiða frá útgerðini og virksemi teirra. Kl. 17.00 verður konsert við bólkinum Brim í goymsluhøllini. Eitt ítrivsborð er sett upp til børnini, har tey kunnu lita myndir og gera sína egnu vindmyllu. Harumframt verður andlitsmáling við einføldum motivum. Candyfloss, popkorn og annað gott verður at fáa.