ES-nevndin hevur fríggjadagin givið Google eina bót upp á 2,95 milliardir evrur fyri brot á kappingarlógina hjá ES.
Upphæddin svarar til yvir 22 milliardir krónur.
Bótin stendst av, at Google sambært nevndini misnýtir sína støðu á marknaðinum.
- Google hevur misnýtt sína ráðandi støðu innan lýsingartøkni til skaða fyri útgevarar, lýsarar og brúkarar. Henda framferð verður mett at vera ólóglig sambært ES-kappingarlógini, sigur kappingarkommisserurin Teresa Ribera.
Google hevur boðað frá, at tað ætlar at kæra avgerðina hjá nevndini.
Bótin er ósaklig, sigur Lee-Anne Mulholland, alheimsleiðari fyri reguleringsmál hjá Google.
Hennara deild hevur eftirlit við, um felagið heldur krøv og reglur hjá myndugleikunum.
Hon leggur afturat, at avgerðin hjá ES-nevndini fer at krevja broytingar hjá Google, sum fara at skaða túsundtals evropeiskar fyritøkur við at gera tað truplari hjá teimum at vinna pening.
Ritzau/AFP