Flogbóltur, meistaradeild menn
Landskappingin hjá teimum vaksnu er nú av. Onkrir upp- og niðurflytingardystir skulu avgreiðast, men annars er alt avgjørt. Undan hesum leikumfarinum var longu greitt, at ÍF var føroyameistari, men silvurið og bronsan vóru framvegis eftir at stríðast um.
Í Eysturskúlanum kundi Fram tryggja sær silvurið, um teir vunnu á ÍF. Fram hevði tí avgjørt meira at spæla um enn ÍF, og tað sást skjótt, at Fram ætlaði sær silvurið. Hjá ÍF manglaði Bartal Eliasen á kantinum, men annars var liðið fullmannað.
Fram spældi við fullari styrki, og eftir knappan tíma høvdu teir vunnið 3-0 á føroyameistarunum ÍF. Tað var so plástur á sárið, ikki at gerast nr. 1, men spell var tað fyri dystin, at ikki bæði liðini høvdu eins nógv at spæla fyri.
Bronsustríðið
Fleyr tók ímóti Mjølni í Gundadalshøllini. At Mjølnirliðið er í kreppu er tað helst eingin, ið ivast í longur. Eins og í dystinum seinasta vikuskifti ímóti ÍF, so lá væl fyri hjá Mjølni í 1. setti. Tað gav tí vón fyri sigrinum, men tað var sum um, at krútið var uppi eftir hetta. Eftir trilvandi byrjan fekk Fleyr fullkomið tak á dystinum, og við góðum og tryggum spæli eydnaðist at vinna 3 tey næstu settini sannførandi. Tað er júst misjavnt spæl, sum hevur eyðkent Fleyr hetta kappingarárið. Tá ið spælið hevur gingið væl, hava teir vunnið dystirnar, men ov ofta hevur spælið ikki verið nóg gott.
Samanumtikið
Fyrst í kappingarárinum var tað Fram, sum steyk avstað, men tað fekk bráðan enda og fleiri tap á rað høvdu við sær, at serliga Mjølnir tók seg langt fram. Í steðginum var tað tí Mjølnir, sum lá best fyri, og nógv bendi á, at gullið var á veg ?heim? aftur. ÍF hevði tó stóra framgongd í fyrru hálvu, og teir tóktust at fara at vera harðasti kappingarneytin hjá Mjølni. Fleyr var ikki rættiliga til at rokna út, men í steðginum lógu teir soleiðis fyri, at teir framvegis kundu vinna. Bara SÍ var fokið í FM stríðnum.
Eftir jólasteðgin helt Mjølnir á við góða spælinum, og teir vunnu m.a. á Fram, so at havnamenninir vóru settir til viks í FM-stríðnum, í hvussu er eina tíð. Men so kom steðgur í. Mjølnir spældi tveir harðar dystir sama vikuskifti, og tað hevði við sær ógvusligar avleiðingar. Fyrst fingu teir bank í Klaksvík, tá ið Fleyr var á vitjan. Dagin eftir skuldi gongdin vendast í torførum útidysti ímóti ÍF. Hetta gjørdist ein sannur toppdystur, sum fekk ógvuliga dramatiskan enda. Leikararnir í Mjølni hildu, at dømingarnar gingu í hvussu er ikki teirra veg, og endin var, at ÍF fór avstað við sigrinum 3-2. Tað var tungt hjá Mjølni at taka, og eftir hetta vildi einki bera til hjá klaksvíksliðnum, sum nú, tá ið gjørt varð upp, als ikki fingu heiðustmerki.
Fram lá og lúrdi, men dysturin ímóti ÍF á Kambsdali, sum endaði 3-2 til ÍF, fekk í seinasta enda stóran týdning. Hevði Fram havt vunnið tann dystin so?
ÍF var besta liðið hetta kappingarárið. Teir vunnu teir týdningarmiklastu dystirnar, og sum nógvir føroyingar sóu, tá ið steypafinalan varð leikt, so er ÍF mannað við sera góðum leikarum. Á liðnum eru leikarar við nógvum royndum, og ungir menn koma sær eisini framat. Venjarin Boban Ilic hevur givið liðnum nógv, bæði tí hann sjálvur er sera góður, og tí hann eftir øllum at døma eisini roynist sum venjari. Alt í alt gjørdist ÍF stóri vinnarin og Mjølnir stóri taparin. Vit ynskja ÍF til lukku við føroyameistaraskapinum og ynskja Mjølni betri eydnu næstu ferð.