Framúr donsk úrslit

Eftir søguliga FCK heimasigurin á Manchester United mikukvøldið eydnaðist tað í gjárkvøldið OB at vinna útidystin móti Herenveen í UEFA-Cup kappingini.
Fyrra málið skoraði OB ein minutt undan steðginum, og seinna málið varð skorað eitt korter eftir steðgin. Í báðum førum var málskjúttin Rajko Lekic, sum leingi hevur verið skaddur, og sum ikki hevði skorað í fyrstu ellivu dystunum, sum hann hevði spælt fyri OB.