Frem fekk ein trivaligur sigur í truplari útivøllaruppgávu, tá teir løgdu fyri í donsku ViasatSport-deildini um vikuskiftið. Vitjað varð í Køge, og har vann felagið hjá Jónas Tór Næs, Gunnari Nielsen og Atal Gregersen ikki minni enn 5-2. Stóri maðurin var Wassim El Banna, sum skeyt hattrick í dystinum, sum gav Frem eina fían byrjan upp á kappingarárið.