Aðalfundur
Havnar Framburðsfelag hevði sum vant aðalfund á Grækarismessu.
Eitt punkt á skránni var uppskot um at broyta navnið á felagnum til Suðurstreymoyar Fólkafloksfelag. Hetta tí at fá uttanfyri felagið vita, at Havnar Framburðsfelag er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, og øll hini lokalfeløgini bera heitið hjá flokkinum. Aðalfundurin vísti á, at felagið eitur Havnar Framburðsfelag (valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy) og kunnu bæði heiti tí nýtast. Navnið er eisini søguligt og felagið hevur eina spennandi og týdningarmikla søgu, sum alt ov fá kenna til. Aðalfundurin avgjørdi, at nevndin skuldi lýsa hesa søgu nærri og avgjørdi at navnið á felagnum varð óbroytt.
Aage Arnoldson takkaði fyri seg í nevndini og ynskti ikki at stilla uppaftur. Aage hevur sitið í nógv ár í nevndini og verið ein dyggur stuðul fyri felagið. Nevndin skjeyt upp at velja Regin W. Dalsgaard í nevndina í staðin, og aðalfundurin tók undir við hesum. Regin W. Dalsgaard er skrivari hjá tingbólkinum og hetta styrkir um samstarvið við tingmanningina.
Tá aðalfundurin var lokin skipaði nevndin seg við Poul Laust Christiansen sum formanni, Maritu Hentze sum kassameistara, Regin W. Dalsgaard sum skrivara og Elsa í Garði og Heðin D. Poulsen sum vanligir nevndarlimir. Jan Christiansen og Inga Dahl vóru afturvald sum varalimir.