Tvær systrar hansara eru deyðar av somu hjartasjúku, sum hann hevur Ólavur er fyrsti føroyingur, sum livir við mekaniska hjartanum Heartmate II
Saman við serkønum á Ríkissjúkrahúsinum hevur hann gjørt eina framløgu á powerpoint um mekaniska hjartað, sum er eitt frambrot fyri hjartasjúklingar.
Framløgurnar verða í kvøld klokkan 19.30 í Eydnuni á Oyrarbakka og annaðkvøld klokkan 19 í róðrarneystinum í Árnafirði.