Norðborg
Flaggskipið og verksmiðjutrolarin hjá klaksvíkingum Norðborg, sum herfyri legði umleið 3.000 tons av sild og sildaúrdráttum upp í Klaksvík, roynir í løtuni eftir svartkjafti á Munkagrunninum. Teir hava roynt í einar 4-5 dagar og hava fingið umleið 800 tons í lastina. Ein partur av veiðini er heilfryst, nakað er skráskorið, og síðan er ein partur farin til mjøl.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, letur væl at fiskiskapinum, síðan teir komu á leiðirnar á Munkagrunninum.
Á seinasta sildatúri var Bogi Rasmussen skipari, og hendan túrin er bróðirin Jón Rasmussen á brúnni.
Sjálvur hevur Kristian Martin Rasmussen ikki verið umborð, síðan skipið fór á fyrsta túr hin 6. juni í ár – ella beint eftir hvítusunnu.
Ein fínur túrur
- Á seinasta túri royndi skipið uppi við Lofoten í Noregi. Norðborg var úr Føroyum í einar 17 dagar, harav teir fiskaðu og framleiddu í einar 10-11 dagar. Veiðivirðið á túrinum var millum 14 og 15 miljónir krónur, so hetta var ein fínur túrur, sum Kristian Martin tekur til.
Hann vísir á, at skal árið roynast, er neyðugt við slíkum góðum túrum sum hesum inn ímillum.
- Norðborg er nú á sínum níggjunda túri, síðan skipið fór til fiskiskap. Sjálvandi kundi tað havt gingið betri, enn tað hevur gjørt, men tað kundi eisini havt gingið nógv verri. Vit eru nøgdir við gongdina og halda, at hetta sær rímiliga gott út, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Hóast Norðborg er eitt framleiðsluskip, er ikki so ógvuliga lítið, sum kortini fellir til ídanðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði, ið vantar rávøru.
Kristian Martin sigur, at á seinasta túri landaði Norðborg tilsamans 400 tons av mjøli til Havsbrún umframt 1150 tons av sildaúrdráttum.
Hann vísir á, at úrtøkan í framleiðsluni til mjøl liggur um eini 18-20%, og tað merkir, at tú skal hava umleið 5 ferðir so nógva rávøru, sum tú fært í mjøli.
- Taka vit veiðina hjá Norðborg í síni heild, síðan skipið fór í vinnu og umrokna mjølið til ráfisk, snýr samlaða landaða nøgdin til Havsbrún seg um eini 13.000 tons tilsamans. Tá eru eisini aðrir fiskaúrdráttir, sum skipið hevur landað til virkið, tiknir við í uppgerðina, leggur hann aftrat.
Ymiskir trupulleikar
Kristian Martin Rasmussen vísir á, at síðan Norðborg fór í vinnu, hava teir havt ymiskar trupulleikar at dragast við, men hesir hava tó ikki verið størri enn tað, at skipið hevur mist lítla fiskitíð.
- Í tí stóra hava trupulleikarnir ikki verið størri enn tað, at vit hava kunnað loyst teir so hvørt.
Reiðarin sigur, at sjálvt skipið hevur riggað væl, men okkurt smávegis hevur verið við høvuðsmotorinum, tó ikki so galið, at teir hava verið noyddir at bróta túr av. Hinvegin hava spølini tarnað skipinum nakrar dagar, tá teir høvdu spæltrupulleikar.
- Vit hava eisini havt ymiskar trupulleikar á verksmiðjuni, men teir, ið eftir eru, skulu loysast, nú jólahøgtíðin stundar til, sigur reiðarin.
Kristian letur annars væl at gongdini, síðan Norðborg byrjaði fiskiskap, og hann heldur, at raksturin við verandi gongd fæst at hanga saman.
- Eg tími ikki so væl at tosa um tøl, men hetta sær bara heilt hampiligt út, leggur hann aftrat.
Tvær linjur aftrat
Kristian Martin Rasmussen sigur, at skipið ætlandi verður lagt í einar 2-3 vikur um jólahøgtíðina, har ætlanin er at rætta upp á nøkur ting.
- Vit fara eisini at seta tvær nýggjar flakamaskinur í skipið, soleiðis at hesar í staðin fyri at vera sjey, nú verða níggju í tali.
Reiðarin sigur, at teir eiga maskinurnar, sum teir keyptu frá P/F Nærabergi.
- Vit keyptu tvær góðar linjur frá felagnum, og tað eru hesar, sum nú skulu setast í skipið aftrat.
Hann vísir á, at allar níggju linjurnar, sum verða í skipinum, tá tað loysir aftur tíðliga í komandi ári, fara at hava vacum-súgving.
- Í dag hava bert tríggjar av maskinunum henda møguleika, men tá loyst verður aftur, skulu allar níggju maskinurnar súgva magan úr fiskinum. Hesar maskinurnar skulu brúkast, tá skipið er á svartkjaftaveiði, og svartkjafturin verður avhøvdaður ella skráskorin.
Kristian Martin vísir á, at skrædlarar eru til tríggjar av teimum sjey maskinunum, men tá loyst verður aftur, verður skrædlari til allar maskinurnar.
- Hetta er tað, sum í høvuðsheitum skal gerast, og endamálið við broytingunum er at økja um framleiðsluorkuna.
Kristian Martin sigur, at vacum-súgvingin og skrædlarar, sum skulu setast í skipið, koma heim til Føroya til jólar, og síðan fara tríggjar smiður í Klaksvík at gera arbeiði fyri felagið.
Genta umborð
Manningin umborð á Norðborg liggur millum 27 og 30 mans á hvørjum túri.
Øll manningin er mannfólk undantikið ein 18 ára gomul genta, Elspa, sum er abbadóttir Kristian Martin og dóttir Jón Rasmussen, skipara.
- Hetta er triði túrurin hjá henni. Hinar báðar fyrru var hon á verksmiðjuni, men hendan túrin er hon 2. kokkur umborð, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen.