Tað er áhugavert at vitja eitt virkið sum Coma-Pack í Froðba, har menn standa á sínum plássum og taka frá maskinunum, sum framleiða fiskakassar til føroysku alivinnuna og fiskivinnuna.
Petur Hammer eigur stóra bygningin, har fyritøkan húsast, og tað er sami maður, sum saman við Timburhandlinum hjá Richardi B. Thomsen á Tvøroyri, ið eigur Coma-Pack.
Við árunum er bygt aftrat bygninginum, sum í dag er umleið 2000 fermetrar stórur.
Meðan in.fo vitjar, hitta vit Petur Hammer, stjóra og Thomas Jespersen, sum er virkisleiðari. Teir eru báðir prátingarsamir, blíðir - og stundum eisini skemtiligir.
Høvuðsframleiðslan hjá Coma-Pack er framleiðsla av fiskakassum úr flamingo, og Thomas hevur drúgvar royndir í hesi framleiðslu, sum hann hevur fingist við í eini 20 ár.
- Vit framleiða fýra støddir av flamingokassum, 3 kg., 5 kg., 10 kg. og 20 kg. Umleið 70% av framleiddu kassunum fara til alivinnuna, og restin fer til fiskivinnuna annars.
Coma-Pack framleiðir eisini flamingo til bjálving av sethúsum og bygningum, og hetta hevur felagið gjørt í fleiri ár. Bjálvingin verður seld timburhandlum, sum síðan selja vøruna víðari til viðskiftafólk.
- Bjálvingin fæst í tveimum “harðheitum”, sum vit plaga at siga. Bleytara útgávan, sum vit rópa 17, fer vanliga uttan á betong - og 30, sum er harðara bjálvingartilfarið, fer vanliga til gólv.
Petur Hammer sigur, at tjúktin av bjálvingin verður skorin eftir ynski - alt eftir, hvat hon skal brúkast til, og her ber saktans til at velja tað allar tær tjúktir, sum brúk er fyri.
Coma-Pack hevur stóra orku til at framleiða bjálvingartilfar.
- Vit hava gjørt íløgur í nýtt “skáp”, sum merkir, at vit nú kunnu fáa slakar 6 rúmmetrar av bjálving út úr skápinum eftir bert fáum minuttum frá tí, at “prosessin” er farin í gongd, sigur hann.
Petur Hammer vísir á, at størstu flamingoblokkarnir eru fýra metrar høgir og 1,20 x 1,20 metrar í fýrakant, sum gevur tilsamans 5,76 rúmmetrar í einum blokki.
- Við nýggja skápinum er framleiðsluorkan av flamingoblokkum nógv økt. Vit kunnu saktans taka ímóti stórum bíleggingum og fáa tilfarið út av húsinum eftir lítlari og ongari tíð.
Stjórin sigur, at Coma-Pack eisini hevur umstøður til at hava nógv bjálvingartilfar á goymslu í bygninginum.